fríggjadagur, 23. oktober 2015

U21 kom gott í gongd


U21 landsliðið hjá monnum vann greiðan sigur á Kolumbia við ungum hoyvíkingi á odda.


U21 landliðið luttekur í hesum døgum í kapping í Bulgaria.

Fyrsti dysturin varð spældur í gjár, og tað var ongin annar enn okkara egni Helgi Hildarsson Hoydal, sum gjørdist toppskorari við heili 14 málum.



H71 hevur 4 leikarar við á U21 landsliðnum. Málmaðurin Tóraldur Kollsker, sum í gjár stóð ein góðan dyst við einum bjargingarprosenti uppá heili 53 %. Eisini Pætur Thomsen og Tróndur Arge spældi væl í einum dysti, sum var rættiliga óskipaður og við nógvum mistøkum.

Styrkimunurin var tó týðiligur, og Kolumbia hevði ongantíð í útlit at vinna henda dystin. Føroyska liðið megnaði at fáa sera nógv mál uppá skjótálop, men samanspælið kundi verið betri bæði í verju og álopi.



Skráin fyri restina av kappingini er henda:
Fríggjadagin 23. okt kl. 12:00 Føroyar – Usbekistan
Leygardagin 24. okt kl. 12:00 Kap Verde – Føroyar
Sunnudagin 25. okt kl. 16:00 Føroyar – Tahiti

Dystirnir verða stroymaðir og tilber at síggja teir her á Youtube.

Ella tú kanst hyggja her:



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com