mikudagur, 28. oktober 2015

Gott við oddabraki í Kollafirði aftur


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Um fýra dagar, klokkan fýra sunnudagin, er dystur aftur á skrá.

Og hetta er ikki hvør sum helst dystur. Ein toppdystur, eitt oddabrak.

Hetta er okkara lutur nú um dagar. Luturin hjá H71. Tí tá tú ert nr. 1, so vil hvør dystur vera ein slíkur av slagnum: ein toppdystur!

Og hóast tað altíð er stuttligt at síggja stórar dreingir renna og sveitta í stuttbuksum, so er tað nú væl stuttligari at fara til og uppliva góðan hondbólt, spenningsdystir.

Dysturin ímóti KÍF handlar um at sementera fyrstaplássið í álvara. Málmunurin er hin sami, pluss 30, so vinnur KÍF, íðan, so eru teir nummar 1. So yvirtaka teir fyrstaplássið, H71 annars hevur sitið so komfurtabult á.

So nógv er upp á spæl. Endurvaktu skinnflugurnar fara ivaleyst at spela um kapp í uppafturlívgaðu Assu-fløskuni.

So ert tú hundasjúkur, tá eru góð ráð dýr: skal eg fara til dyst og risikera regluligar vesitúrar, ella skal eg halda meg til sofuna í 188?

Mann verður jú í pillørviti av at hyggja at kollfirðingum upp á sítt besta. Tað mest týðandi, tó, er at enda okkara álop, so vit betri koma upp á pláss. Tí teirra farligasta vápn er, nú sum altíð, kontrain--á fótbóltsmáli, umstillingin:)

Spennandi verður eisini, tí kollfirðingar eru ærukærir, um teir klára at halda seg frá mansverju uttan íhald.

Hoyvíkingar eru eisini tað, ærukærir!, og men máti skal vera við... hinvegin, so skal dysturin vinnast, og tað má altíð vera tað mest umráðandi.

Og føroya bestu áskoðarir, sambært sær sjálvum, serliga á heimavølli, og hvaðna meiri serliga, tá væl gongur, fara ivaleyst at gera sítt til at koyra á kollfirðingar. Tí teirra drívmegi er altíð "at trúgva upp á tað"; traditionelt trúgva KÍFarir uppá jólamannin, men bara inntil teeanagealdurin, og so er líkasum tørvur á aðrari trúgv.
Vit svørtu hava onki at frykta. Apsalutt onki. Men venja vit ikki miðvíst fram ímóti dystinum, so tapa vit. Og leggja vit ikki alt skil og okkara hondbóltstalent í dystin, so tapa vit.

Og fara vit ikki inn til dystin við fullum huga, við røttum hugburði, bæði til dystarbyrjan og tvørturígjøgnum dystin, so tapa vit.

Og vit tíma ikki tapa. Og vit, viðhaldsfjøldin, kunnu gera okkara part. Stuðla okkara monnum... í góðum tíðum, allan dystin, men eisini í ringum tíðum.

Koyr á svartir--framtíðin er kolasvørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com