sunnudagur, 1. november 2015

NEMT


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Álvur Haraldsen / in.fo

- tað var so makligt, at fyri fyrstu ferð nakrantíð náddi eg at drekka alt kaffið!

Á pappírinum var talan um eitt oddabrak. Men bert á pappírinum.

Tá innkomin í høllina sá tað annars út til, at tað, ið ivaleyst fór at vera ein spenningsdystur, fór at verða uppaftur meiri tað. Hetta, tí Mark Marcher bara sat har á bonkinum. Ikki tí, at hann ikki tímdi, er so væl fyri kropsliga, at hann kann vera upphiting fyriuttan, men tí hann var smáskaddur.

Tað merkti, at tað fór at vera upp til Jónas at skipa spælið. Hvat hann so gjørdi ómetaliga væl. Sinniligt, tó ágangandi. Og serstakliga við tí í huga, at kollfirðingar valdu at mansverja Peter Krogh frá dystarbyrjan. Totalt líkt hinum liðunum. Og totalt úrslitaleyst.

Nakað inn í annan hálvleik valdi Jeppe hjá KÍF so eisini at taka Jónas út. Manglaði bara, at hann eisini tók Tórald út í málinum...

Óansæð, ein hálvleiksstøða á 8-12 og úrslit á 20-25 vitnar um eitt høgligt hondbóltsupplivilsi. At tað so gingu samfullir 48 minuttir, áðrenn bæði liðini høvdu fingið hvørt sítt brotskast og hvør sína útvísing, boðar frá tveimum:
1) einum góðum dómaraavriki
2) einum ikki ov hart spældum dysti

Til tað fyrra er at siga, at væl oftari enn ikki loyva føroyskir dómarir alt ov hørðum spæli. Ikki hesuferð. Har vóru tær útvísingar, vit áskoðarar sóu. So tað sampakkaði so væl. Og har var eitt reytt kort hjá okkum at síggja. Og har kom eitt reytt kort.
Orðað øðrvísi--hart spæl bleiv ikki premierað sum so oftani fyrr. Heldur smidleiki, rástyrki, intelligensur og teknikkur. Og so eigur at vera. Nokk við at hála í blusu og geva alboga.

Og tá so dómarnir hartil megnaðu at fáa eitt flow í dystin, ja, hevði tað ikki verið fyri hasum turkaríinum, er sára lítið at viðmerkja. Og so skal vera. Teir vóru deiliga ósjónligir, tá nakrir bera seg at eins og androgynir matadorar í nýbyrjaðum Lgbt-klubbi í East End.

Tað gingu knappir 10 minuttir, áðrenn kollfirðingar skoraðu sítt fyrsta mál. Heldur sjáldsamt, um ikki eindømi í nýggjari KÍF-søgu. Tað var tí ikki so nógv Jeppe på Bjerget, men Jeppe i Dalen hesa løtuna. Vælkomin til oyggjarnar.
Jeppe tók so eitt eftirsóknarvert time-out, og fekk hervið stillað gongdina nakað. Men H71-verjan var vand sum bestu strissarahundar, stinn sum ein góð gull og flytilig og tunnilsraðfestingin hjá Landsstýrismanninum í samferðslumálum.
Har var ikki ordiliga nakar vegur ígjøgnum. Uttan kontra spælir KÍF sum pitsa uttan fyllu.

Og tá so Peter Krogh, við mansverju!, íalt skýtur 10 skot, harav 8 tey fyrstu fara í kassan (eitt skoringsprosent á furs fyri hasi, ið ikki ganga í Nonnuskúlanum), so má tað vera sum at eta frysta pitsa at seta seg upp til at vinna hondbóltsdyst.

Jn.fo kom við hesum heldur sigandi sitati, tá sirka tríggir fjórðingar vóru leiktir:

"45. min. Peter kann gera hvat hann vil, hann skorar sítt 7. mál, støðan er 13-21. PUHA." Ókey, hatta seinasta, hatta "PUHA"-ið passaði ikki heilt.

Við mansverju á Peturi var væla rúm hjá hinum at bóltra seg. Serliga Jónas og Hans Kári flottaðu seg við eini verju, ið vanliga er óvanliga hørð. Tað var hon ikki ídag--ella slapp tað helst ikki, kanst tú helst siga.
Hasi turru skotini og málgevandi sendingarnar hjá Hans Kára fungeraðu sum ein óblandaður eygafagnaður fyri okkum áskoðarar. Knáur sum fáur.

Eg veit ikki, ivaleyst fyri líkasum at vísa á taktisk yvirskot, valdu venjarnir at gera sær dælt av einum óhistoriskum marglætistrupulleika, líta vit líka aftur í søguna hjá H71. So at skilja, at í Sigmundi Dahl, Sigmundi Nolsø og Helga Hoydal hava vit tríggjar feitar strikur. So hví ikki bara brúka tvær teirra sum fluga á linjuni. Og hetta við stórari effekt.
Kollfirðingar hava vant í styrkisrúminum. Hoyvíkingar hava vant meiri.

Um dystargongdina annars er at siga, at tað aldri kom nakar spenningur í. Vit vóru, tvørturígjøgnum dystin... best. Undantikið fyrstu dystarminuttirnar vóru ongantíð færri enn trý mál á muni.
Men so gjørdi svarta flóðaldan skjótt av til tess at endurskapa normalitetin. Og soleiðis sveiggjaði óspenningurin, líka frá trimum til átta mál ímillum nr. 1 og nr. 2 í landskappingini, FTZ at navni. Og enntá heima hjá kollfirðingum.

Nú vit kortini nurtu við tað søguliga, fyrrnevnda striku-luksusið, so sóu Halgir og Petur til enn eina reglu ella tvær til søgubøkurnar. Boas Heinesen fekk sína debut. Har var so tann fyrsta reglan. Hin næsta kom við at skaffa sær reytt kort.
Hetta fyri at taka í armin á Selvig, sum lat sum um, at hann var "óndur", sum suðringar siga, tá teir bara eru sindur illir.
Um avrikið hjá Boas er at siga, at hann royndi. Og hann royndist til tíðir væl. Nei, einki mál. Men hann royndi--og kiksaði. Og, hvat vit eisini plaga at fortelja okkara ungum, at í so nógvum av lívsins viðurskiftum, nei, ikki øllum, men nógvum, tá er so øgiliga nógv betri at kiksa í tí trupla enn flotta sær í tí nemma.
So tillukku við frumdystinum, Boas!

Eftir seks dystir hevur H71 12 stig. Full úrtøka. Seks dystir betýðir, at ein fjórðingur av kappingarárinum er spælt. Fýra stig niður til nummar 2. Har eru kollfirðingar. Men enn er langt á mál. 18 dystir, tað sama sum 36 stig. Tveir ringir dystir, og alt er opið aftur.
Tí er so ófatiliga umráðandi, at allir sum ein, eisini teir heilt úti í periferiini, gera sítt til at pressa til venjing. At gera sín setning fyri felagsskapin. Tað er venjingarintensiteturin, ið er altavgerandi fyri eitthvørt dystaravrik. So mikið lærdi eg frá Kára Nielsen, ikki sum leikari, men pappírsskumpari.

Men vit hava eitt gott lið. Veraldarvandur hoyvíkingur segði eftir dystarlok, at "eg haldi ikki, at hoyvíkingar hava havt eitt so gott lið fyrr; so nógvar streingir at spæla uppá".
Eg vildi ynskt, at eg segði hatta, men tá hann fyrst kemur í gongd, tá er lættari at fáa Rúsuna at steingja Tollaksmesudag enn vera hin fyrri.

Tað kanst tú ætla. Mark verður við næstu ferð, hugsi eg. Rúni er heimkomin. Afturat teimum eru menn, ungmenn, ið bobbla fyri at sleppa uppí part. Tað er bara at hyggja at næstabesta liðnum, ið beinstevnt dansa eins og bibbur í balsam.
Alright, vánaligt myndamál, men hey!, vit eru í góðum lag í kvøld.

Svarta viðhaldsfjøldin var trúgv sum vanligt. Sum oljan hevur verið, er og enn fer at vera, Húsahagi ella ei. Eisini hon gjørdi ein mun. Og tað fer hon eisini at gera mikukvøldið hin 11. november á Skála.

Og nú vit eru vit miðlarnar (ella, tað vóru vit slett ikki--kann ikki gera fyri tí--bara í so góðum lag!), so var hugaligt at síggja Útvarpið har.
Ella, tað var tað slett ikki. Rás 2 var har.
Og ein stór tøkk til privata miðiðlin fyri hetta ódnartak hesum gevaldigasta minnilutaítrótti at gagni.

Kvf var har, sum sjónvarp. Og friður veri við tí. Hondbólturin skal ikki grenja. Bara betra sítt egna produkt.

Vit í H71 gleðast um 12 stig, men 12 stig er ikki nokk til eitt finalupláss á páskum. Sjálvt systir Marie Theresé veit tað.

Men lat okkum nú sleppa at njóta kvøldið við tí, ið eftir er av lættimjólkini, og so morgindagin við.

Koyr á H71, koyr á Hoyvík!

Dómaraseðil.

Myndir frá dystinum eru at finna á her á www.in.fo.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com