mikudagur, 11. november 2015
Full úrtøka higartil. Men í kvøld gongur leiðin inneftir. Og at koyra heimaftur av Skála í góðum lag er ikki hvørjum manni beskorið.
Tað er nemmliga alt annað enn nemt at vinna á StÍF. Teir hava hug at enda í onkrum formi fyri andaligum kollapsi, tak fyrsta heimadystin ímóti VÍF og útidysturin móti kollfirðingum!, men annars eru teir seigir hasumegin armin.
Og við Levi hava teir fingið ein hollan inseidara, sum veit eitt ting ella tvey um hvussu Jens vil hava, at hansara málmenn skulu verja mál.
Men aftur til dystin og týdningin. Vinna vit, so hála vit burturfrá aftur. Normality restored. Um ikki, so er alt opið aftur.
Jú, finaluplássini eru tvey í tali, so vit skulu flyta tvey pláss niður fyri ikki at koma í finalurnar. Men hetta kann so saktans henda. Eisini uttan skaðar.
Tí er umráðandi, at H71 fer á vøllin við tí fyri eyga at spæla sítt spæl ímóti strandingum, men kortini vera vitandi um mótstæðuliðsins veikleikar og styrki.
Spennandi verður, tí útidystur á Skála er millum truplastu dystir í kappingarárinum.
Av tí sama er neyðugt og gleðiligt við nógvum svartfólki. Fara vit avstað um 7-tíðina, so klára vit dystarbyrjan. Og vit sita heilt innast frá inngongdini, høgrumegin til.
Koyr á H71, koyr á Hoyvík!
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |