mikudagur, 11. november 2015
Mynd: Savnsmynd
Tað bleiv til enn ein sigur í Høllini á Skála í kvøld.
Dysturin í FTZ-deildini endaði við úrslitinum 21-27, og sostatt er okkara besta manslið enn ósigrað í hesum kappingarárinum.
Ta fyrstu helvtina av fyrra hálvleiki var kanska eitt sindur so sum so, tí støðan aftan á einar 15 minuttir var 6-4. Men hetta kappingarárið eru okkara menn væl fyri, og teir vunnu seinnu helvt av fyrra hálvleiki 10-4 og kláraðu sostatt at fara til hálvleik við støðuni 10-14.
Men strandingar eru ikki hvør sum helst, tað má mann sanna. Teir kláraðu mest sum beinanvegin í seinna hálvleiki at berja okkara 4-máls-leiðslu niður í eittans mál. Og tann støðan helt sær nokk so longi, til einir 10 ninuitir vóru eftur av dystinum og støðan javnt 17-17. Tá fingu okkara menn fingu fýra mál á rað og harvið takið aftur á dystinum. Dysturin var tá mest sum avgjørdur, og okkara endaðu so eisini dystin við sigri.
14 stig aftan á 7 dystir, betri úrtøka fæst ikki. Blivið við, dreingir!
Málini hjá okkum gjørdi hesir:
Mark 6
Peter Krogh 6
Jónas 5
Rúni 4 (jeps, hann er við á liðnum aftur!)
Helgi 3
Hans Kári 2
Sigmundur Nolsø 1
Fyri StÍF gjørdu hesir málini:
Leivur Justinussen 4
Jógvan G. Joensen 4
Jóhannus Olsen 3
Sveinur Justinussen 3
Fríði R. Djurhuus 3
Kjartan Johansen 2
Borgar M. Persson 1
Rani Funn 1
Støðuna í FTZ-deildini sært tú her á Úrslitatænastuni.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |