fríggjadagur, 13. november 2015

H71 vs Egilsnes


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Eg komi alt fyri eitt landsdystin Danmark og Svøríki til hugs, ella kanska Danmark vs Ibrahimovich, tá eg hugsi dystin sunnudagin. Tað er ikki so nógv tað, at hinir á liðnum ikki eru nakað verdir, men heldur tað, at Ibra er so forbiið góður.

Eg komi alt fyri eitt landsdystin Danmark og Svøríki til hugs, ella kanska Danmark vs Ibrahimovich, tá eg hugsi dystin sunnudagin. Tað er ikki so nógv tað, at hinir á liðnum ikki eru nakað verdir, men heldur tað, at Ibra er so forbiið góður.

VÍF eru fríttskorandi, men Egilsnes tykist so málgrammur, at ein Machiavellianistur sum eg eri sannførdur um, at hansara sáttmáli er snikkaður so til, at hann fær samsýning eftir málum.

14 mál ímóti StÍF. Sig so tað! Og ímóti Team Klax 10 mál. Higartil hevur VÍF skorað 219 mál í átta dystum. Og mann ikki Egilsnes eigur, um ikki helvtina, so eina knappa helvt av hasum málunum. Eitt øgiligt skot, tað er so visst.
Og júst sum við Zlatan og Svøríki, er Áki í hoppla, tá er Vestmanna í tað eisini.

Tó, tað er ikki altíð málini fyri, í Úrslitatænastuni skrivað sum "V.m.", ið einsamalt ger av ein dyst. Tíbetur. Tíbetur fyri okkum í H71, hóast vit nú eisini duga at skora.
Nei, problemið hjá VÍFarum er ikki so nógv mangulin uppá mál, men mál ímóti, "T.m".
VÍfarir eru á einum, fyribils, øðrum plássi við einum málmuni á 7. Hetta boðar frá tøttum dystum, men eisini einum góðum eginleika at fáa dystir at koppa tín veg í avgerandi endaminuttum.

H71 er 19 mál verri, tá tað kemur til at skora, men ein dyst minni. So heilt eiðasørir, sum sagt, eru vit ikki. Og málslúkarnir eru nógvir í tali. Tað er tá vit hyggja at málum ímóti, at vit síggja munin á liðunum. Hví H71 er nummar 1, VÍF nr. 2.
Ári og Tórhaldur hava bert latið 149 skot farið framvið sær í málið.
Tað vil siga 21,3 mál ímóti sær í miðal fyri dystin (eftir 7 dystir), har VÍF letur 26,5 mál ímóti sær í miðal (eftir 8 dystir), sum gevur so ungefæhr 5 mál verri verju hvønn dyst. Hetta eru tyggjuverd tøl, um tú ert norðstreymoyingur.

So einki løgið í, at okkara málmunur er á 41, altso 34 betur.

Vit tosa ikki so nógv hin Kinesiska múrin, men The Wall of Hoyvík. Og tó, og tó. Tí ímóti StÍF haldi eg, at mótmálini vóru óneyðuga løtt--nøkur teirra. So vetið meiri miðvísi og teimaðar takklingar, og samskifti, ikki minst!, so fer at ganga.

Eitt er sikkurt, tað verður trupult at basa okkum sunnudagin, men við einum Egilsnes í stórformi gerst setningurin nakað lættari.

Dysturin er kl. 18, so ikki super. Men 188-búgvar hava hetta við at umstilla og organisera seg úr trupulleikunum, so tað fer væl eisini at bera til hesuferð. Tað veri seg frá konuni, døgurðanum, manninum ella Broen.

Mennirnir í svørtum hava tørv á hjálp; hvør hevur ikki tað. Men handa hjálpin, ið er rokaslig og tíðarleys. Veruligur stuðul. Og akkurát henda megna vit betri enn nakar annar. Og so kann tað gera tað sama, um vit spæla úti ella heima, mikudag ella fríggjdag, leygardag ella sunnudag, enntá hósdag.

Vælkomin til dyst, og tvey stig hevði gjørt heimtúrin oman í Eysturbýin so deiligan, so deiligan.

Síggjast til dyst, koyr á Hoyvík, koyr á H71!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com