mánadagur, 16. november 2015

Nú fimm stig á odda


H71-VÍF: 28-24 (16-13)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Í dag spældu nr. eitt og nr. tvey í FTZ-deildini. Fjølmiðlarnir høvdu undan dystinum kallað dystin í dag fyri eitt oddabrak, men brak kom onki, tí H71 legði seg á dystin beinanveg og lótu ongantíð gestirnar gerast annað enn eitt sindur grammar móti endanum. Tá var ov seint, og dysturin endaði við fýra málum fleiri til H71, sum vann 28-24 á VÍF.
 

Dystargongd

Gestirnir fingu eina sjokk-byrjan. Teir høvdu nóg illa givið bóltin upp, tá tað longu vóru trý mál farin ígjøgnum. Tríggir minuttir og støðan longu 3-0. Hetta helt tó ikki á, gestirnir vaknaðu. H71ararnir hildu at alt bar til, og góvu sær ikki stundir, men hastaðu skotini ígjøgnum, áðrenn álopið var kókað moyrt. Tað javnaði seg, og tá 9 min. vóru leiktir, komu vestmenningarnir upp á 3-4, sum var tað nærmasta, teir komu H71 í øllum dystinum. H71 tók at draga frá, og onkra løtu vóru fimm mál á muni. Hálvleiksstøðan var 16-13 til H71.

Júst sum við fyrra hálvleiki, so fekk H71 trý mál beinanvegin, meðan VÍF einki fekk. Eftir bert trimum minuttum var støðan 19-13. Hetta málgloppið helt sær líka til 5 min. restaðu í. H71 vóru nøgdir við at vinna, og royndu sum best at draga tíðina út. Gestirnir hinvegin løgdu alt tað, teir áttu eftir í teir síðstu minuttirnar og megnaðu at skapa ein ávísan spenning seinastu løtuna. Har gjørdist tó onki, og H71 vann við fýra málum. Støðan gjørdist 28-24.
 

Samanumtikið

Vit sóu eitt javnt gott avrik frá øllum monnum, har var ikki reiðiliga nakar, sum skaraði framúr, sjálvt um onkur fekk meiri mál enn annar. Breiddin var góð, har bleiv spælt bæði uppá striku og vengur, nakað sum var eitt sindur ov smalt í dystinum móti StÍF. Jónas setti bóltin sjey ferðir í netið, og honum á baki kom Peter við seks fulltreffarum.

Sum vanligt var aftur mansverja á Peturi, meðan vit somuleiðis valdu at mansverja bæði Filip og Áka í pørtum av dystinum. Vit hava Peter, og vestmenningar hava Áka, báðir heilt góðir skjúttar. Peter skjýtur væl, men hartil eisini hart. Áki ikki heilt so hart, men hinvegin fult so neyvur í sínum skotum. Ein fragd at síggja.

Ingii Olsen, venjari hjá VÍF, helt eftir dystin, at teir høvdu sjálvir tapt sær dystin við at gera so nógvar elementerar feilir. Hjá H71 vóru heldur ikki so fáir. Neyvleikin í uppløgdum støðum kundi eisini verið betri.
 

Støðan

Vit hava nú spælt átta dystir og hava fulla úrtøku (16 stig). Ikki kann sigast annað enn, at tað gongur sum eftir ánni. Kyndil, sum reiðiliga er við at finna formin, lorkaðu sær tó eitt stig burtur við at leika javnt móti strandingum. Hetta ger, at H71 er 5 stig á odda og hava leikt ein dyst færri enn nr. 2 (VÍF). Næstu ferð verður tað Neistin, og vinna vit tann dystin, eru H71 7 stig á odda.

Ein vandi kann sjálvsagt liggja í at føla seg ov tryggan, tí er umráðandi framhaldandi at hava rætta hugburðin og vísa neyðugan grammleika fyri at halda góðu gongdini. Ikki slaka – drívið á framvegis !

Dómaraseðil.

Myndir frá dystinum kanst tú síggja her.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com