mikudagur, 18. november 2015

Um nakar kann, kann Neistin


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Vissuliga, 14 stig og 59 mál betur, men Neistin rúmar hasa sirkul-pedagogisku gleðina, ið kann gera tað av við eitthvørt lið.

Ikki so nógv í ár, merkverdugt nokk!, men hon liggur í teimum eins og ronkilsi í saltvatni.

Vinna vit, so eru vit handan helvtina av teim stigum, ið skal til fyri at koma í FM-finalurnar.

Tað er so altíð ein málsetningur umframt hann, at røkka finaluni á páskum.

Hartil er tað forbiið festligt at síggja trøllvaksin fólk finna seg til rættis í hasum hvítu plaststólunum--av tí sama er viðmælisvert at standa uppi heilt ovast uppímóti vegginum, og so er útsýnið eisini best har.

Teir byrja klokkan 20, og sum leikarnir ganga út á vøllin, er meiningin, at hvør leikari sær skal leiða ella renn inn við børnum.
Har koma at vera frásøgufólk, og navnið á hvørjum barni verður rópt upp; alt fyri at økja um áhugan fyri hondbólti, føroya besta ítrótti.

Vit gleða okkum til dyst, eisini undanshowið, men einki show uttan mannamúgvu, so komið oman í Havnina, tí eingin sigur uttan stuðul.

Drív á H71, drív á Hoyvík!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com