18. november 2015

H71 hevði lætt spæl móti Neistanum


Neistin-H71: 16-26 (6-12)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Mynd: Álvur Haraldsen / in.fo & Jan Sørensen

Seinastu árini hava teir bláu mangan arga okkum, men soleiðis var ikki í kvøld.

H71 hevði lætt spæl, alt ov lætt. Heimaliðið var rætt og slætt ongin mótstøða, og H71 kundi leikandi lætt leggja tvey stig afturat, soleiðis at nú eru 18 stig tilsamans fyri 9 dystir.

Eg kom ikki til dystin fyrr enn seint í fyrra hálvleiki, men tá var dysturin so gott sum longu avgjørdur. Teir ungu sluppu at royna seg, Andor og Djóni á vengrunum, meðan Oddur stýrdi spælinum. Hendan sama manningin helt fram í fyrra parti av seinna hálvleiki, og dysturin varð í stórum spældur av okkara ungu monnum. Hetta gekk bara heilt væl, og H71 vann eisini sannførandi við tíggju málum, 26-16.

Sum tað sæst av úrslitinum, so fekk Neisin bara 16 mál, og harav bara 6 í fyrra hálvleiki. Hetta lýsir væl dystin, tí tað var ikki nóg veiggj í neistamonnum.

Leygardagin spæla vit móti Team-Klaksvík í Klaksvík, og hvør veit ? teir hava arga okkum fyrr, og tá landið liggur soleiðis onki stig er sett til, og alt hevur gingið sum eftir ánni, so kemur ein tíð har tað møguliga verður ringt at manna seg upp til teir, á pappírinum, lættaru dystirnar. Tí kundi TK-dysturin væl blivið meira spennandi enn okkum dáma.

Stigatalvan vísir 18 stig fyri 9 dystir, og tað eru 7 stig niður til nr. tvey (VÍF). Ikki kann sigast annað enn at tað gongur væl.
Úrslit og støðuna í FTZ-deildini kanst tú síggja her á Úrslitatænastuni.


Dómaraseðil.

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo