leygardagur, 21. november 2015

Um nakar veruliga kann, tá kann Team Klax


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- bara ikki "okkara" menn bumba okkum harút, makrelurin hevur heimavøll...

Tað var so lætt ímóti Neistanum, at eg eginliga stúri eitt sindur fyri morgindegnum--dystinum ímóti Team Klaksvík. Einasti fyrimunur er, at vit hesuferð, fyri fyrstu ferð í fleiri ár, ikki spæla eitt miku- ella fríggjakvøld, sum er strævið og vandamikið, tí tað ikki ber til at fyrireika teg optimalt til dystin eftir loknan arbeiðsdag.

Um vit nú líka runda Neista-dystin av, so var hatta eitt margháttligt upplivilsi. Alt ov lætt--við herðslu á "A-ið" í "Alt". Eginliga var hetta nakað av einum mannminkandi kappingarupplivilsi, tí tað eigur ikki at bera til, at tú nærum ynskir hitt liðið skaffa sær eina skoringsrøð, vit málturk... bara fyri líkasum at fáa sindur spenning í ein dyst eins taman og miðlafólk í reiðarastovu.

Men eins og við hasum innslagnum, ið vit sjálvsagt ikki skulu lasta reiðaran, tann "avhoyrda" fyri, men redaktørin í Kvf, ið sendi vaksna óvitan avstað av fyrstan tíð, skulu vit heldur ikki venda okkara øði at okkara monnum á Hálsi og tess innsatsi, men tí óhoyrt laka liði, mótstøðufelagið sendi út á vøllin. Drep ikki mótpartin, men arrangørin, sigi eg.

Eins væl og reiðarin skal fara við journalistinum eina og aleina sum eitt umboð vegna Kvf, og ikki eitt stakkaladýr, ið heldur, at ein kvota er nakað, tú smyr um skøvningin at lætta um gearskiftið, og soleiðis vísa henni virðing, so skal H71-hópurin gera greitt tað sama.

Tað hevði ikki ruggað væl, meini eg, høvdu vit á hvítu plaststólunum yvirhoyrt Petur og Halgir sagt við leikarnar "Ja, ókey, teir mangla Fletcher, og Jugo. Ja, og helgens, pínadoyð og knappaborð, hasin høgribakkurin sær nokkso keddur út, og so hin hinumeðni, nokkso ókliptur, nei!, TIT, nei-nei. Peter og Jónas, Helgi og Hans Kári, og Tróndur, serliga Tróndur, verið nú fittir við teir, ikki so; ja, og tú, Pætur, hygg her, her er ein jarnklemma at klípa á vinstra arm... alright (?)".

No can do. Hetta er nevniliga ikki at veita respekt. Tú kanst so siga, at tað, at skifta alla manningina út eftir triðingsdyst, er kanska ikki keisaraslig respekt. Hinvegin, kanst tú ikki loyva øllum hópinum spælitíð í slíkum anti-dysti, so veit eg ikki nær.

Hví kom eg inn á reiðara og Kvf... ájú, Klaksvík. Vit skulu til Klaksvíkar í morgin. Tað er leygardagur í morgin, og tá er luktiksið farið frá toski til... tað er so tað, eg minnist ikki heilt, kanska makrel, kanska steinbít, ikki kalva, tað er mánadag.
Tað kann eisini gera tað sama uttan so, at tú ætlar at jólashoppa niðanfyri Bumshamarsvegi (ivaleyst mest seksuta veganavn í kongaríkinum).

Dysturin er tíggjundi í røðini, og eg veit longu nú, at hetta verður trupul dystur. Tað ber ikki til at spæla slíkan dyst, sum vit spældu mikukvøldið, og so avrika til vildar tríggjar dagar seinni

Av tí sama havi eg fingið at vita, at tað ger einki, um leikarnir sleppa at roka magan við 'rørdum' eggum og royktum fleski og hartil onkrum, Snorri Patursson hevði 'like-að'. So tað skulu teir fáa.

Morgindagurin handlar um át og mentala fyrireiking. Klaksvíkingar, veit eg, eru sera ídnir eftir stigum, og tað skal eg eisini unna teimum. Bara ikki ímóti okkum, hóast eg persónliga hopi, at bróður persónliga fær ein góðan dyst.

Eg haldi ikki tað vera illoyalt at, av og á, sindur sita á stakittinum: tvs. vóna, at H71 vinnur, men samtíðis vóna, at onkur á mótstøðuliðnum fær ein góðan dyst.

Men hey! Ongin kjansur, at eg poti okkurt í kaffið í morginári so okkara konditión og styrki og formáan annars fær eina javnaðarbehandling við tí úrsliti, at Bogdan & Co. bumba okkum út har, makrelurin hevur heimavøll.
Tað er um at vera árvakin og halda fast í vinnaragongdina, tí--sum eg plagi at siga--páskir uttan finalu tími eg snøgt sagt ikki.

Koyr á H71, koyr á Hoyvík!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com