27. november 2015

Boas í elektriska stólinum


Í nýggjasta faldarnum kanst tú millum annað síggja Boas Heinesen svara løgnum spurningum.

Í faldaranum hesa ferð, tí triðja í hesum kappingarárinum, kanst tú lesa oddagreinina hjá Gunnari Djurhuus við heitinum "H71 fyrr og nú" - um hvussu H71 frá at vera ein "lítil kiosk" í útjaðaranum av Tórshavn er blivið til eitt tað best rikna felagið í landinum.

Í faldaranum eru myndir frá U8-kappingini, sum var í Vestmanna seinasta vikuskiftið, og so hava tey fingið tann fyrsta av fýra landspolitikarum, sum hava bústað í Hoyvík, at svara spurningum. Hesa ferð er politikarin Annita á Fríðriksmørk. Hon avdúkar millum annað, at hon sjálv spældi hondbólt við StÍF.

Heri Ziska spyr "Taka vit framtíðina frá okkara íðkarum?". Hetta er ein stak áhugaverd grein um, nær mann skal byrja venjing av einum leikara (t.d. áðrenn hann dugir at ganga ella...), hvussu mann skal venja, hvussu ofta, hvat - og komið verður inn á eina rúgvu av ymiskum áhugeverdum í hesum sambandinum.

Faldarin verður - sum vant - borðin út í øll hús í Hoyvíkshaganum nú til vikuskiftið.

Men tað ber til longu nú at síggja faldaran her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo