sunnudagur, 29. november 2015

H71 vann hóast spælið ikki var tað besta


H71-Kyndil: 29-24 (12-12)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Fyrri dysturin millum H71 og Kyndil var, sum skilst, ein rættuligur mannfólkadystur, og tað kundi verið at sami dystarhugur var í dag. Soleiðis varð tó ikki. Dysturin var heldur tamur, og sjálvt um Kyndil stóð seg væl, so rakk tað ikki nóg langt. H71 vann aftur í dag, og dysturin endaði 29-24 til H71.
 

Dystargongd

H71 sá út til at díkja á beinanveg. Teir gjørdu skjótt av, fóru í álop skutu uppá mál og so aftur at verja. Kyndil hinvegin fekk nóg illa komið aftur, fyrr enn teir skuldu í álop aftur. Kyndil spældi seigt og leingi, men væl lá fyri. Eftir at initiativið hevði ligið hjá heimaliðinum ta fyrstu løtuna, so eydnaðist hjá Kyndli at javna og koma tvey mál framum. Hetta helt sær tað mesta av fyrra hálvleiki, sum kortini endaði 12-12.

Hjá H71 høvdu fleiri víst heldur ivasamt álopsavrik í fyrra hálvleiki, ikki bert tí at nýggi málverjin hjá Kyndli (Jan Pauli Toft Johannesen) stóð ein góðan dyst. Fyri tey, sum ikki eru so hondbóltskøn, er verri at meta um, hvussu tað gongur í verjuni, men tað sýntist sum, at tað gekk eitt sindur upp og niður. Við hvørt fyrimyndarliga og so aðrar tíðir stór glopp og gott pláss hjá teimum grønu.

Tá vit hyggja aftur á dystin, kunnu vit siga, at fyrsta løtan í øðrum hálvleiki hepnaðist væl hjá H71, og at tað var her, at vit vunnu dystin. H71 kom upp á 15-13 og síðan øktist munurin so líðandi. 25-19 var støðan tá 8. min. restaðu í. Seinastu løtuna hevði H71 hug at kanna sær bitan við at spæla eitt slag av drálspæli, og lata tíðina vinna dystin. Hetta er ofta vandamikið, tí eitt stílbrot í einum annars góðum stima kann verða mennandi fyri mótstøðuliðið. Hetta var júst tað, sum hendi. Í móti endanum valdi Kyndil at verja ein ímóti einum langt úti, og við eitt sindur hepni kundi væl blivið meira spennandi, enn gott var.

Peter Krog, sum vanliga hevur verið mansvardur frá byrjan, slapp undan eini rættiligari mansverju, men fekk í staðin ein eftiransara, sum dekkaði langt frammi. H71 valdi hinvegin at mansverja David Edvardsen allan seinna hálvleik.

Samanumtikið var hetta ikki nakar góður dystur, ferðin var lág og intensiteturin var als ikki til staðar. H71 setti ongantíð meiri á enn, at tað júst gekk, og Kyndil megnaði ikki at seta reiðiligt press á. Sigast skal, at Kyndil spældi uttan Hørð og Mladen (er givin og fer aftur til Serbia), og hetta hevði helst ein ávísan týdning fyri Kyndil.

Eftir dystin helt kyndlavenjarin (Julian Johansen) við Rás2, at fleiri á H71 liðinum høvdu góð dramatalent í fallum, og at dómaraparið alt ov lætt lat seg lumpa av hesum sjónleiki. Hetta skuldi havt hjálpt til hjá H71 at vinna. Rætt hevur hann í, at Kyndil fekk fleiri útvísingar enn H71, og at hetta uttan iva hevði ávirkan á úrslitið.

H71 hevur nú 22 stig fyri 11 dystir, sum merkir at H71 hevur vunnið allar sínar dystir. Næstu ferð er tað KÍF. Vinna vit tann dystin, eisini eru vit ósigraðir og hava fult stigatal fyri fyrru kappingarhálvu. Tá er, sum vera mann, ringt at vera líka motiveraður at geva 100% hvørja fer. Sum Petur Mittún segði, so royna teir at seta sær onnur mál enn bert at koma í finaluna. Eitt av hesum kundi verið at fari eftir at verða ósigraðir alt kappingarárið.

Dómaraseðil.

Fleiri myndir koma væntandi seinni.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com