sunnudagur, 6. desember 2015

Vikuskiftisfrí


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- ein desembermeting um FTZ-deildina.

Eingin FTZ-hondbóltur hjá hoyvíkingum hetta vikuskiftið, so vit hava frí. Síðsti dystur var ímóti Kyndli, og næsti dystur verður ímóti kollfirðingum.

Hetta verður so samtíðis dystur millum nummar eitt og tvey. Og við kollfirðingum kjokkfullir av Selvigsligari motivatión, skilst!, so verður dystur til síðsta bríksl komandi sunnudag. Ikki tí, Selvig spælir ikki við okkum, men generellur starttendari fyri kollfirðingar fyri tað.

Vinna vit, so kundi okkurt bent á, at vit fáa eini gleðilig páskir--tað ber væl til at siga uttan at verða skuldsettur fyri at kanna sær bitan.
Hinvegin, vinna kollfirðingar, so eru bert 5 stig upp til okkum. Og við helvtar-kappingarári eftir, er apsalutt einki avgjørt.

VÍF ella Fremmandalegiónin, sum hópurin hjá vestmenningum helst betri er kendur sum, og ikki bert í hondbóltsklikum, er væl á veg at tryggja sær, at tað fer at verða millum grannarnar norðanfyri høvuðsstaðin, at í minsta lagi ein FM-finalistur skal finnast.
Egilsnes skuldi avstað, aftur hesuferð, og tí kom Selvig hoppandi um bøgarðarnar sum erstatning. Men so fór Egilsnes kortini ikki avstað, og nú er VÍF-hópurin hvaðna sterkari, enn hann var frammanundan: tveir grønlendingar, ein dani, ein bosniari og ein kollfirðingur búsitandi í Sandavági. Og so Agnar og Sámal.

Teir stóru taparnir av hesari upprusting, 4 garvaðar kempur við hvør sínum kvalitetum, hevur her og nú við sær, at Kyndil og StÍF kunnu avskrivast sum fremstu kappingarneytar hjá KÍF. Vit kunnu bara taka Heina Hanusarson (sum einsamallur vann finaluna í fjør). Ella, og meiri moderat, hevði H71 gjørt sær dælt av hansara fleksiblu tænastu, so høvdu tað verið hoyvíkingar, og ikki vestmenningar, ið høvdu havt sum setning at vart meistaraheitið.

At síggja til skuldi hetta verið tað. Óneyðugt at debattera, hvør teirra, VÍF ella KÍF, ið fer so spelandi avstað við einum av tveimum finaluplássum. Men í gjár sóu vit, at kanska verður ikki heilt so lætt hjá VÍFarum kortini.
Og so ber eiheldur til at spæla meiri enn við seks í senn. Tað er so altíð ein troyst hjá øllum hinum. Hjá øllum uttan vestmenningum og okkum, ið óivað hava bestu hóparnar í landinum í ár--sum so aftur kemst av, at hesi feløg hava havt bestu dreingjadeild í landinum seinni árini.

Ikki tí, Selvig manglaði. Men júst ímóti KÍF skal hann nokk ikki rokna við at sleppa so lætt til málfatið. Altso, tað verður neyvan í grannadystunum báðum, at rýmingurin fer at gera tær stóru skreytirnar. (Men píka sjey, sum tað verður stuttligt at vera flugan á vegginum í skiftingarrúminum hjá kollfirðingum áðrenn henda dyst:)
Kollfirðingar hava tó fingið Rúna Joensen á vinstravong, og hevði annars Selvig verið verandi, ella kanska ger "ein Annika" eftir ársskiftið, so høvdu kollfirðingar havt FM-liðið frá 2014 sum start-sjeyara.

Kyndil og StÍF hava mannskapið, fáa vit fortalt, men tá hesi lið ár undan ár ikki megna at koma í nakra FM-finalu, tá loyvi eg mær sum hondbóltsligt leikfólk, funktionerur og rábakaður hondbóltsentusiast, at seta spurningin: eru okkara ekspertar, teir hondbóltslærdu, kanska ikki so nógv ekspertar tá til stykkis kemur, ella eru teir bara ov ryggleysir at siga sum er (hvat eg ikki tori at svara:).

Men eitt er sikkurt, og tað er, at er dugur í Kyndlaliðnum, og at tað bert eru útvortis kreftir, dómarar og onnur lið og ivaleyst okkurt triðja, ið gera, at vindorkan er so óstøðug, so burdi gingið vetið betri nú, tí pressið á hópin, sum kanska var har frammanundan kappingarbyrjan, tað er so ikki reiðiliga har longur, tí eingin vantar nakað av teim grønu. Ikki ordiligt.
Og hetta, at blíva avskrivaður, bæði ger teg press-frían og kann til tíðir virka sum motivatiónsvekjari, serliga tá uttanveltaðar eygleiðingar við einum ferili av stingi er uppií, og so úr Hoyvíkini.
Nú skuldi tú trúð, at hópurin hjá Kyndli hevði ein miðalaldur á 19, 4, men sannheitin er, at hesin aldur skal helst kvinkast ein tíggjara uppeftir, so effinett hvat tað er fyri eitt trýst, talingur er um, tað veit eg ikki at siga.

So hóast einki lið sum so eigur at frykta nakað annað, nettupp tí fyrstauppstillingin hjá øllum liðum er heilt góð, er tað helst akkurát hetta, tann tunni hópurin, ið totalt talar fyri, at tað ikki verður KÍF, men VÍF, ið verður annað liðið í finaluni.
Sjálvandi, finaluplássini eru enn opin, og H71 skal enn vinna ein neva ella so av dystum fyri at koma í finaluna, men skuldi tað hent, og vit megna at halda stiman og toppa við dagsforminum, tá verður spennandi, grúuliga spennandi og heilt ógjørligt at meta um, hvørt VÍF megnar at endurvinna meistataheitið ella hoyvíkingar fáa sítt FM-hattrick.

Men lat okkum nú røkka finalunum fyrst...

Framtíðin er svørt, so kolasvørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com