9. desember 2015

Ein dupultan, takk


Hetta er yvirskriftin á oddagreinini í nýggjasta H71-faldaranum, sum kemur í sambandi við komandi heimadystin móti KÍF.

Oddagreinin  umrøður besta kvinnuliðið, sum hetta kappingarárið spælir í 1. deild.

Heri Ziska er aftur aktuellur í faldaranum.
Hesa ferð skrivar hann um ungfólk sum "talent". Hann nevnir millum annað, at ungir dreingir verða munandi sterkari, tá teir koma í pubertetin. Og tað hevur so við sær, at teir eru sterkari enn javnaldrarnir, sum enn ikki eru komnir hagar. Og at tað ger teir til "talent". Og um so hatta "talentið" hongur við, tá javnaldrarnir eisini koma í pubertetin.

Tað verður lýst til Stuðlajól í Hoyvíkshøllini týskvøldið 15. desember klokkan 17.
Talan er um eina hugnaløtu við jólatræi og jólamonnum, við mati, sum fólk hava við og so við eitt sindur av stuttleika-hondbólti.

Og tú kanst eisini lesa, at (aftur) í ár fer H71 at selja fýrverk.

Faldarin verður borin í øll hús í Hoyvík í vikuni.
Tað ber eisini til at lesa nýggjasta faldaran (og aðrar eisini) her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo