leygardagur, 12. desember 2015

KÍF í góðum stima


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Dysturin sunnudagin verður ivaleyst eitt spenningsbrak, tí kollfirðingar hava vant sum svakir seinastu vikuna.

Síðstu ferð, vit møttu KÍF, var tað í Kollafirði. Hóast skaðar og mansverju var tað lætt. Ikki hasin nervin, vit vanliga seta í samband við dystir millum KÍf og H71 seinnu árini.
Og, satt at siga, sindur óinteressant. Gott er at vinna. Og gott er at vinna trygt. Til tíðir. Men til tíðir eisini er feitt við einum ordiligum spenningsbraki. Hatta hevur ikki heilt verið enn.

Sambært VÍFarum er tað tí, at teir sjálvir gera so nógvar persónligar villir, tekniskar villur.
Sambært Kyndil tí, at dómaraavgerðir ganga teimum ímóti, tí persónligar villir koma fyri, vegna yvirvinklaðum dramatiseringum ella gløggum hoyvíkingum, ið lumpa tað ikki-líka-so gløgga havnarkórið... og so hasin afturvendandi trupulleikin: at har er eitt mótstøðulið.

Men dysturin sunnudagin verður ivaleyst eitt spenningsbrak, tí kollfirðingar hava vant sum svakir seinastu vikuna. Síðani síðsta upptúrin ímóti vestmenningum. Teir eru farnir at trúgva, at tað fer at bera til; at tað fer at bera til at, ikki bara koma í finaluna, men vinna hana. Bara eina ferð afturat. Eina síðstu ferð.

Og teir har norðuri hava alla grund at halda so--at vera sannførdir. Herligan heimavøll, sálarsterkir spælarir og vælreisandi viðhaldsfjøld.

KÍF skulu líkasum vinna, hevði onkur sagt. Tað haldi eg tó ikki, tí liðini harumleið eru so jøvn, at tvey stig her og har ger hvørki til ella frá. Eg vildi heldur sagt, at við tað, at teir skulu møta einum enn ósigraðum liði, tá er alt annað enn eitt tap ein sigur.
Á hin bógvin haldi eg so heldur ikki, at H71 kenna nakað sum helst trýst. Teir vita, at teir eru góðir. Teir vita, at teir sum heild hava spælt væl. Onkrir veruliga góðir dystir. Onkrir ikki so.
Og enn er rúm fyri bata, og ikki bara tí, at nøkur dystaravrik kundu havt verið betri, men tí samlaða spælið kann og skal betrast.

Vit skulu vinna nakrar dystir afturat fyri at koma í FM-finaluna; og liðini eru í holt við at finna seg sjálvi nú, ella burdu tað!, so har er eingin walk-over, eiheldur á Hálsi, har tey síggja svartar vættrar á alljósum degi.

Best er, um vit vinna, men vit tola eitt tap. KÍF eisini. Hóast VÍF vinnur sín dyst. Kyndil er so hart rakt av vindskaðum, og StÍF so afturútsiglt og óstabilt, at tað er størri kjansur fyri, at eg endi sum guru í Yndi Fitness enn at Pole og Co skaffa sær hatta FM-finaluplássið á páskum.

Vit hittast í høllini sunnudagin. Kanska síggja vit ein av hasum eyðkendu undirhaldsupplivilsunum, har Selvig kemur stormandi inn í feltið og, splitt-sekundið seinni, langar bóltin í handara horn. Ella..., ja, tað má so vera hin høgrivongurin, men altíð eitt upplivilsi.
Eitt er so sikkurt og visst: vit servera kaffi og køkur, og oftari enn ikki levera okkara spælarar gott undirhal og virði fyri pengarnar--tað var ikki altíð so.

Koyr á Hoyvík, koyr á H71!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com