sunnudagur, 13. desember 2015

H71 vann á uppsettum kollfirðingum


H71-Kyndil: 24-19 (13-9)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Var tað nakar, sum skuldi taka stig frá H71 í fyrru hálvu, so bæði skuldu og kundu kollfirðingar gera tað í dag. Fyrstu løtuna í dystinum var tað KÍF, sum var eina tonn betur. Teir bæði vildu og royndu, men hetta gekk ikki í longdini, spælmaskinan hjá H71 koyrdi dystin róliga og kontrollerað gjøgnum dystin, og hann endaði sum allir hinir 12 dystirnir í fyrru kappingarhálvu, nevniliga við einum greiðum sigri til H71. Dysturin endaði 25-19.
 

Dystargongd

Fyrstu løtuna runnu teir svørtu meira ella minni aftaná gestunum. Tað sást, at teir høvdu sett sær fyri at geva H71 góða mótstøðu, og tað gjørdu teir eisini. Tá 7. min. vóru leiktir, stóð máltalvan á 0-2 til KÍF. Emil Dam, í málinum hjá KÍF, var sum ein múrur ta fyrstu løtuna. H71 gjørdi skjótt av, tá teir fór fram, kanska heldur ov skjótt, meðan KÍF ígjøgnum allan dystin hevði tey longru álopini.

So við og við javnaðist støðan, og síðan skiftust liðini til at verða frammanfyri eina løtu. Seinstu 10 min av fyrra hálvleiki gekk nógv betur hjá H71, og tað gjørdist ein greiður málmunur millum liðini. Við hálvleik var støðan 13-9.

Tað góða H71-spælið helt á í øðrum hálvleiki, og tá 18 min vóru leiktir, var støðan 20-12, ella 8 mál á muni. Dysturin var í veruleikanum avgjørdur, men gestirnir mannaðu seg upp og royndu við einum góðum innsatsi til tað seinasta. Teir kláraðu at minka um munin og dysturin endaði 24-19.

Sjálvt um H71 var greitt við yvirlutan, so var tað gott at síggja eitt lið við avgjørdum vilja. KÍF vildi nakað í dag, men tað gekk ikki, sum teir høvdu vilja. Andrias hevur eitt øgiligt driv og eina góða “kanón”, meðan Sigurbjørnsson hevur at kalla alt sum skal til hjá einum hondbóltsleikara. Hann var eisini topskorari í dag við níggju málum. Hjá H71 var tað Peter Krog, sum fekk átta mál. Havi eisini hug at nevna Teit hjá KÍF, sum spældi ein fínan dyst.

Tað er eitt sindur ringt at taka nakran framum hjá H71, tí allir gera eitt fyrimyndaligt arbeiði, og liðið “hvílir í sær sjálvum”, sum Petur Mittún greiddi fjølmiðlunum frá. Hetta sást eisini væl í dag, eingir nervar at síggja til, og tá maskinan ikki gongur akkurát sum hon skal, ja so verður hon justerað eitt sindur, og so gongur hon sum klokkan. Til tíðir gjørdu menn eitt sindur ov skjótt av, serliga í byrjanini og móti endanum. Vongspæl var einki serligt í dag, men har ímóti eyndaðist væl við strikuspælinum, og serliga væl, tá tvær strikur vóru inni samstundis.

H71 hevur nú 24 stig fyri 12 dystir, sum merkir, at H71 hevur vunnið fyrru hálvu so ruddiliga, ósigraðir og fult stigatal. Onkur helt fyri eftir dystin at hetta er onki spennandi longur. Vit vita tó at tað er skjótt hvønn vegin, ein skaði ella tveir, tveir ósigrar meðan tað gongur væl hjá onkrum øðrum, og so er brádliga alt við at steðga upp. Tað hevur eisini sínar avbjóðingar at vera so greitt á odda, tí formurin skal toppa í apríl, og tað kann verða ringt at motivera seg til at “levera” javnt gott eitt heilt ár uttan mótstøðu.

Nú kemur so steypakappingin, og tað er eitt sindur øðrvísi, og spennandi verður tí at fylgja við, hvussu leikur fer. Næsti dystur er tó longu mikukvøldið kl 19.30 móti strandingum í FTZ-deildini.

Hjartaliga tillukku við flotta hálvárúrslitinum!


Dómaraseðil
 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com