fríggjadagur, 17. mai 2013

Um fimm vikur fara vit avstað


Gjárakvøldið var Partille-fundur í Løgmannabreyt, Skúlanum við Løgmannabreyt.

Sirka tjúgundi hvør hoyvíkingur var frammøttur til eitt satt hondbóltsupplivilsi, sum fer at hava við sær, at tíggundi hvør rýmur úr heimstaðnum mánaðarskiftið juni-juli.

"Tað verður lív", hvat abbi mín á Tvøroyri plagdi at siga sum upptakt til, at tvillingarnor og ein ávísur Thomsen fóru at spæla hasar norðingarnar framvið gulu húsini hjá Hann-onkul og út á Hamrin í Froðba.

Eftir kaffi og smákøkur, allar heimabaktar, greiddi óføra Partille-nevndin frá sjálvari kappingini, ið er hin størsta av sínum slag í verðini, praktiskum viðurskiftum og kappingarleisti. Eisini innsavningini, sum eydnaðist framúr væl, og gjørdi tað so toluliga gjørligt hjá øllum at koma við.
Og, ikki at gloyma, rættari atferð á veg til og í Partille. Vit mæla tí eisini til, at luttakandi møta í H71-búna, og umboða henda sámuliga, sum tey fara sjóvegis ella flogvegis.

Nøkur fara jú við Norrønu, men bróðurparturin kortini við Atlantsflog. H71 hevur enntá bílagt ein flúgvara tann eina dagin. Sig so tað!
Eg veit ikki, hvat tað er við okkum føroyingum, um tað er tað, at vit elska okkara gullmolar so nógv, ella hava meiri pengar um hendi, enn vit í tíð og ótíð fáa at vita, at vit ikki hava. Men undir øllum umstøðum eru vit so væl umboðað, vit úr FO, at H71-ferðaliðið telist millum fimm tey størstu í allari kapingini.

Leiðarir og venjarir eru nógvir og góðir í tali. Tað eru væl tey somu, ið plaga at venja og leiða Heima í Hoyvík, og so nøkur hampafólk afturat:) Saman við teimum búgva tey veruligu luttakandi, leikararnir.

Hini hampafólkini búgva á hotelli, sum fyrraárið var eitt hanagleiv frá skúlanum, har øll hini, hard-core fólkini, búgva!
Eftir at hava Power pointa áhugaraskaran til enda, tó í nógv betri stíli enn Al Gore, hatta fylið, fór hvør árgangur ella lið hvør til sítt í eina skúlastovu ella -krók at práta og avtala í ógvusligari smálutir.

Sum abbon segði: "Tað verður lív"!!!

---

Myndir

Á forsíðuni er myndasavn við nøkrum myndin frá okkara luttøku í Partille Cup 2011.
Og her á Youtube er ein filmur, samansettur av myndum.

---

Nøkur hagtøl


 

Partille Cup 2013

  • 20.000 luttakarar
  • 1.200 lið
     

H71 í Partille Cup 2013

  • 150 leikarar
  • 180 foreldur og systkin
  • 18 lið
  • 18 venjarar
  • 20 leiðarar



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com