19. desember 2015
80-ini umaftur í jólagávu?
SO er atgongumerkjasølan til 80-ini umaftur byrjað!
Aftur hesaferð verða tað júnikku Showmenn, sum spæla herrrrligar 80-ara tónar, so teir ljóma um alla Hoyvíkina. Og Niels Jensen vendir plátum.
So NÚ er at bíleggja barnagentu, keypa atgongumerki og gleða seg til eitt veldugt 80-ara kvøld við grannalagnum, bindiklubbanum, makanum, vinkonunum - you name it.
Ella kanska tú bara keypir tær sjálvari/sjálvum eitt atgongumerki? Tí sum ein segði seinast: »Also.....eg dansaði alla náttina - tá tey, eg fylgdist við, fóru í barrina, út at práta ella á wcið, so dansaði eg bara víðari. Tí tónleikurin var so góður, og har var vóru so nógv herlig fólk, eg bara dansaði við ímeðan....øll vóru glað....kundi gott bara verið farin sjálv í býin«.
Men minst til, útselt hevur verið hvørja ferð, so bíða ikki ov leingi við at tryggja tær eitt atgongumerki....ella kanska tú bara skuldi ynskt tær tað í jólagávu?
Ella er onkur 80-arafjeppari tú kennir, sum hevði verið fegin at fingið eitt atgongumerki í jólagávu?
Atgongumerkini fáast til keyps á hesum MAGN-støðunum: Í Havn við Ringvegin og á Frælsinum, í Saltangará, í Gøtudali, í Klaksvík í Miðvági og í Vági.
Prísurin er hin sami sum seinast, 250 kr.
Vit gleða okkum almikið at fegnast við tykkum og fagna 80-unum.
Nær?
20. februar í 2016 :)
20. februar
20. februar
18. februar
16. februar
8. februar
30. oktober
14. september
9. september
7. september
1. september
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | annadam@bvs.fo | |
René Dahl Olesen | 235930 | renedahlolesen@gmail.com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | emys@olivant.fo | ||
Sonja Mørkøre | 223663 | sonjamorkore@gMail.com | ||
Ivan Fossabrúgv | 239611 | ifossabrugv@gMail.com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | ann-mari@olivant.fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | simun@vh.fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | eyjo@taks.fo | ||
Annika á Steig Egholm | 581319 | annikasteig@hotmail.com | ||
Ábyrgd av heimasíðu | ||||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | ann-mari@olivant.fo |