19. desember 2015

Uppreisn


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tá ið vit tapa, so er tað tí, at hitt liðið var betri á degnum. Slutt. Punktum. Finale.

Ikki allar hasar undanførslurnar, "júmen, høvdu tað ikki verið so nógvar tekniskar vilur, hetta tað ikki verið fyri allari hasari komediuni hjá Jónasi, fyri teim vánaligu avslutningunum, fyri dómarunum, hevði tað ikki verið fyri tí, at tað er hált í støðum, fyri tí, at har var eitt mótstøðulið".

Nei, vit taptu. Onwards and Upwards, eins og Cromwell nísti á vígvøllinum. Vit kundu havt vunnið, eyðveri tað. Vit høvdu kunnað vunnið, men vit taptu. Og hóast tað hevði verið stuttligt við einum ósigraðum stima tvørturígjøgnum kappingarárið, so er tað finalan og at vinna hana, at gerast føroyameistari, ið eina og aleina alt handlar um.
Og nettupp við hesum í mentu, hugsi eg, at ósigurin var, ikki so nógv eitt vekingarkall, men áminning um, at eru vit ikki heilt klárir og miðvísir fyri dyst, hvat skal og kemur at henda hasar 60 minuttirnar, so vil sigurin vera í vanda.

So nógv betri og so nógv betri hóp hava vit heldur ikki. Tað verður gjørt nógv burturúr okkara danskarum, og frálíkir eru teir, bæði sum leikarar og menniskju, hvat er minst líka umráðandi.
Men, hvat vit sóu í fjør og fleiri ferðir sæð í ár, uttan teir eru vit ella høvdu vit kortini verið eitt topplið, bara ikki eitt suverent eitt. Men topplið none the less. So er hatta vónandi útdebatterað.
Vit eru betri fyri mentalt og kropsliga enn hinir hóparnir. Enn hini feløgini. Og tí vinna vit. Og ein partur av felagnum er henda rekrutteringin av útlendingum, tá felagið einaferð heldur, at hetta hevði komið væl við. Ikki tí, at vit partú hava tørv á viðkomandi útlendingi fyri at gera okkum galdandi, men fyri at gera okkum hvaðna meiri galdandi.
Hartil er at siga, at tað var á venjingarlegu í Íslandi, taka vit Marcher, at vit funnu útav, soleiðis veruliga!, at hann dugdi at spæla eins væl og venja og sjarmera. Hann kom jú sum venjari, men endaði sum leikari og heilstoyptur 188ari við lestrararbeiði 300 metrar eystanfyri Stoffalág.

Og Krogh? Mark viðmælti hann. Og prátið gekk somikið væl, og hansara fatan av felagnum og fólkinum umkring, at hann skrivaði undir alt fyri eitt. Altso, rekrutteringsførleikin.
Tak eisini Flemming Oliver Jensen, sum H71 skaffaði og gav felagnum og HSF eitt venjingarskump og fungeraði sum motivator og idé-stimbrari fyri okkara venjaratoymi og hondbóltsspælandi ungdóm: hvussu hondbóltur skal venjast, á hvørjum intensitets-niveaui og uppfinsemi hondbóltur eigur at vera á, at tað fyrst og fremst er heilin og innovatión, ið skal vinna dystir, ikki strísðvilji og talent.

Í mun til so nógv onnur, faktiskt øll feløg, fari eg ikki heilt skeivur, hvat Petur Even Djurhuus eisini nart við í eini oddagrein í faldaranum fyrr í, so fæst H71 sum felag ikki við nápan: vit taka ikki leikarar frá øðrum--eiheldur sonevnd talent!

Feløgini runt umkring, eisini í Havnini, sleppa at varðveita sítt fólk fyri okkum.
Sjálvandi, flytir ein strandingur suðureftir at spara bensinið til Havnar Bio, og ikki tímir at venja og spæla víðari fyri "sínum" liði, ella kollfirðingur finnur sær damu av Stykkinum, hvørs verforeldur eru vestmenningar, ella leikari bara ikki tímir meiri hondbólt, ella bara ikki tímir meiri felagið (kanska tí, at eitt felag keypir sær stjørnumálmann til steypafinalu, til ein dyst, við tí fylgju, at fasti málmaðurin, sum hevði vant so dúgliga alt árið, ikki slapp at standa í hesum mest stuttliga dysti í árinum), so er hann up for grabs. Men fyrst tá.

Men aftur til vekingarkallið. Heldur enn at spæla í blindum, so at skilja, at vit líkasum verða lullaðir í svøvn, har vit ótilvitað koma at halda, serliga leikarnir, "at hetta skal nokk ganga", uttan at geva sær far um, hví akkurát hetta nokk skal ganga, hava vit nú loksins erfarað, at tað ber ikki til at vinna dystir uttan eitt hundrað prosents miðvísi og optimalari venjing og dystarleisti.
Hini liðini eru ov góð til tað. Vit sóu tað ímóti kollfirðingum, mikudagin ímóti strandingum, og í dystinum millum næst-botnproppin Neistan og VÍF, har fyrstnevndu burdu vunnið, hevði tað ikki verið fyri... ja, vel sjálvur, fyri flatskattinum, tollmálinum, veðurlagsbroytingum, jólamanninum, páskaharuni, ov smáum skonsum ella ov kaldari høll ella tí, at Sjúrður og Rói í time-outini vóru ov seinir inn í sirkus-pedagogiska sirkulin at gera hann komplettan.

Vit skulu nú til at vísa, vit hoyvíkingar, at vit eru bestir hondbóltsmenn í Føroyum. Og hví. Men tað er upp til tykkum at gera tykkum greitt, hví so er, og hví Neistamenn fara at merkja hetta í dag.
Eg tosi ikki knús og sorl, ein mannminkandi stórsigur, bara habilt hondbóltsspæl og tvey stig við heim til Hoyvíkar, sum so Ári kann innregistrera á Úrslitatænastuni. Gleði og vilji um hvørt mál skorað og forðað fyri.

Góða eydnu í dag, og tað er á Hálsi, á útivølli, Neistin og H71 møtast.

Koyr á Hoyvík, koyr á!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo