4. januar 2016

3 lið í steypakappingini


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tað plagar at vera við tveimum liðum, men í ár er H71 umboðað við trimum liðum í Coca Cola-kappingini.

Mannfólkaliðini eru, eins og næstan-altíð, tvey í tali, H71 og H71 2; tí næstbesta liðið var best av teim næstbestu liðunum kring landið--eins og altíð.

Nei, tað er tí, at í ár hava vit kvinnulið í kappingini. Best av næstbest, soleiðis næstan.

So tað verður øgiliga spennandi og óvanliga kravmikið at náa allar dystirnar. Ein er ikki meiri enn liðugur fyrrenn hin næsti byrjar. Sum loyal viðhaldsfólk er tað sjálvandi ynskisvert at fylgja øllum okkara liðum, so her hevur HSF fingið sítt at fáast við í mun til tilrættislegging.

Men væl hevur hilnast.

Mennirnir leggja út týsdagin 12. januar 2016 kl. 20.00, og tá er tað næstbesta liðið, ella H71 2, ið fer í eldin. Mótstøðuliðið er StÍF, og dysturin er á Skála.
Fyrr hevur liðið megnað ar argað mangt liðið, men trupult er; serliga viðvíkjandi konditión og fysikki, fyri ikki at siga erfaring.
Gamaní, næstbesta liðið er oftani mannað við veteranum, men hesir eru nokkso nógv vetaranar, ella nokkso formveikir; men afturat sær hava teir so ungar leikarar, d18-leikarar, og ein neva av perifer-leikarum til bestaliðið.

Bestaliðið, tvs H71 at navni, spælir 4 dagar seinni, og spælir tá eisini ímóti StÍF. Men í Hoyvík. Hetta verður leygardagin kl. 18.

Hjá monnunum eru bólkarnir eru hesir:
Bólkur 1: H71, StÍF, Kyndil og H71 2
Bólkur 2: KÍF, VÍF, Neistin og Team Klaksvík

Í bólki 1 er trupult at spáa um, hvør kemur víðari, men favorittar eru væl FTZ-liðini, StÍF, Kyndil og H71. Her er heilt opið.

Bólkur 2 er tó hvaðna lættari at meta um, tí her eru tað grannarnir norðanfyri Havnina, ið fara svingandi inn í hálvfinaluumfarið. Serstakliga, tá Neistin hevur útivøll bæði ímóti VÍF og KÍF. Men, aftur, nokkso nógv kann henda.

Hjá kvinnunum síggja bólkarnir soleiðis út:
Bólkur 1: Neistin, StÍF og Stjørnan
Bólkur 2: Kyndil, VÍF, VB og H71

Kvinnurnar spæla sín fyrsta dyst sunnudagin 17. januar kl. 13.30, og hetta verður ímóti VÍF í Vestmanna. Ein sera trupul setningur. Men, eitt er so heilt sikkurt: lítið nyttar at tapa dystin áðrenn dyst.

Vilji og skil, og hvat ananrs kemur uppí óvæntað úrslit, hevur fyrr gjørt liðum eitt skálkabragd. Hini liðini eru Kyndil, hvat neyvan er lættari, og so VB... í Vági--føroyska heimaútgávan av Zagreb í Kroatia.

Spennandi verður, men fyrst nakrir dystir í landskappingini at koma upp á rætta kós aftur.

Koyr á H71!!!!!!!

GG: annars er meiri at lesa á heimasíðuni hjá HSF undir Steypakappingar.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo