hósdagur, 7. januar 2016
Myndir: Jan Sørensen
Tað ræður um at verða ein av tveimum í finaluni og síðan at vinna finaluna. Alt annað er bara fyrireiking.
Toppdysturin í Vestmanna í gárkvøldið endaði við einum teprum sigri til vertirnar. Dysturin var javnur í allar mátar, og við eitt sindur meiri hepni móti endanum kundi dysturin líka so gott enda við sigri til H71. Soleiðis bleiv tó ikki, og sigast skal, at vit runnu aftan á allan dystin. Tá dysturin var av, vóru tvey mál meira í posanum hjá VÍF, og støðan gjørdist 19-17 til heimaliðið.
Vit høvdu eina rættiliga ringa byrjan, ikki tí at tað sást aftur í málmuni, men spælið var bara ikki gott. Av tí at bæði Jónas og Mark ikki vóru tøkir, byrjaði Oddur Bech sum spælskipari, og hann skal nokk koma at vísa seg sum ein av okkara markantu kapasitetum. Tað skerst tó ikki burtur, at tá bæði Mark og Jónas mangla, so sæst hetta aftur í spælinum. Úrslitaliga gekk ikki verri, enn at vit bert vóru tvey mál aftanfyri við hálvleik.
Peter fekk rættiliga tíðliga sín vanligu mansverju, og vit lótu Filip spæla allan fyrra hálvleik, áðrenn vit eisini valdu at taka hann út. Hetta var møguliga nakað seint, tí saman við Niclasi Simonsen í vestmannamálinum, ið stóð avbera væl, vóru tað serliga hesir báðir, sum bjargaðu vestmenningunum teimum tveimum stigunum. Filip gjørdist topskorari við 10 málum, og hann vísti eisini í dag, hví hann má metast sum ein av teimum allarbestu í føroysku hondbóltskappingini. Hjá okkum mugu vit nevna Tórald í málinum, sum var ein sannur brandur í seinna hálvleiki, var tað ikki fyri honum at takka, so taptu vit mangt slíkt í dag. Eisini, væl afturkomni, Hilmar Leon spældi ein frálíkan dyst, og var tann, ið stóð seg best av okkara útileikarum, tryggur og stílfullur í atsøknum.
Vit vunnu 12 dystir á rað, nú hava vit ikki vunnið tríggjar dystir á rað. Hetta hevur onki at siga. Tað er betur, at vit koma niður á jørðina aftur, áðrenn vit koma so langt, at einki kann gerast fyri at rætta uppá tað, sum ikki er so gott í dag. Tað ræður um at verða ein av tveimum í finaluni og síðan at vinna finaluna. Alt annað er bara fyrireiking. Alt ov nógvir feilir vóru gjørdir í dag, og tað er onki at ivast í, at vit klára at rætta hetta til næstu ferð.
Drívið nú bara á, hálið sjálvsálitið fram og fái grammleikan í hásæti.
Dómaraseðil.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |