10. januar 2016

So vóru vit aftur á rættari kós


H71-Team Klaksvík: 38-21 (18-10)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Alt bendir nú á, at finalan verður ein endurtøka av finaluni í fjør millum H71 og VÍF.

Toppur og botnur leiktu í gjárkvøldið. H71 móti Team Klaksvík. Sjálvt um H71 hevur havt ein lítlan avriksdal, so mundu tey flestu tó rokna við, at stigini fóru at liggja eftir í Hoyvík. Dysturin varð júst sum væntað, og H71 kundi leggja enn ein sigur afturat flottu 12-sigursrøðini undan jólum. H71 setti seg á dystin frá fyrsta bríksli, og gestirnir formáddu sær einki, tí longu við hálvleik vóru átta mál á muni, 18-10 til H71. H71 vann lættliga, og úrslitið gjørdist 38-21 til H71.

Um sjálvan dystin er ikki so nógv at siga, tí munurin var so eyðsýndur, H71 var betur á øllum plássum. Tað sá óføra gott út, men við støði í hesum dystinum er tó ilt at meta um, hvussu formbarometrið hjá H71 er. Tað sá í hvussu er út til, at menn vistu, at “feriutíðin“ var liðug, og at nú var at fara aftur til arbeiðis.

Mark hevur brotið sær stórutá og fær ikki spælt, og ikki kann sigast annað enn, at stórur saknur er í honum. Tíbetur var Jónas tøkur aftur og spældi ein frálíkan dyst, og var eisini tann, ið fekk flest mál (7). Oddur slapp aftur at royna seg, og tað sama gjørdi Hilmar Leon, sum aftur í dag spældi ein góðan dyst (skoraði 5 mál). Ári sat á áskoðarabonkinum í dag, og um orsøkina segði onkur, at tað var tí hann var vorðin giftur, meðan onkur annar segði at tað var tí hann hevði ilt í beininum. Hvussu er og ikki, so hevur Tóraldur fyri tað mesta staðið í málinum í seinastuni, og tað gjørdi hann eisini í dag. Sigast má, at hann hevur staðið rættiliga væl hesar seinastu tveir dystirnar. Eitt sindur løgið var, at klaksvíkingarnir ikki valdu at mansverja Peter frá byrjan, hann slapp at spæla allan fyrra hálvleik, og skoraði, hóast mansverju allan seinna hálvleik, seks mál.

Eina løtu fyrst í seinna hálvleiki var so stór útskifting, at spælið at kalla steðgaði upp. Haldi ikki at hetta er serliga góður máti at geva ungu leikarunum meira spælitíð uppá, tí liðstruktururin verður upploystur og skapar ov nógv rumbul. Betri hevði verið at lova einum ella tveimum inn í senn til eitt lið, sum hekk meira saman. Hetta var eisini rættað eftir eini løtu. Hetta bilti tó ikki nógv, tí tað var ongantíð ivi um, hvagar stigini fóru.

Nú hevur H71 leikt 16 av teimum 24 dystunum, sum skulu leikast í FTZ-kappingini. Vit hava 27 stig og skulu bara hava átta stig afturat fyri støddfrøðiliga at verða vís í at leika í finaluni, hetta líka mikið hvussu hini liðini klára seg. Alt bendir nú á, at finalan verður ein endurtøka av finaluni í fjør millum H71 og VÍF.

Næstu dystirnir verða tó ikki í FTZ-deildini, men í steypakappingini. Spennandi verður, hvussu tað man fara at gangast, um tað fer at eydnast okkum at spæla í báðum finalum ☺

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo