mánadagur, 27. mai 2013

Partille-stemningur á Eysturvølli


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Anna Dam & Gunnar Djurhuus

Sólin skínur sum oftast í Eysturbýnum. Men tað var ikki endiliga av hesum, at hesin mentanarblettur í kommununi var kjaftafullur við hoyvíksbørnum eftir døgurðamála sunnudagin, í gjár.

Nei, heldur tí, at vit eysturbúgvar loksins hava fingið ein frágera góðan vøll, ein graslíkisvøll og rektangulera rennibreyt.

Staðið eitur Eysturvøllur, tað vit fyrr plagdu at kalla Sandvøllurin, ið tíverri var á leið líka innbjóðandi at spæla bólt á og innara Damaskus er fyri ein miðalhampamann anno 2013.

Men ídag er bóltspælandi. Og tá ið so sólin skínur, sjálvt við einum loti, kemur sannur summardámur á. Og tað er júst hetta, okkara venjarir vilja vð hesum venjingardystum á Eysturvølli... at replikera umhvørvið í FO sum teir royna at fyrireika síni lið til Partille.

Væl verður tað, vónandi!, heitari í Svøríki til hesa altjóða kapping, men aðramáta líkist nokkso nógv. Bara tað, at spæla uttandura, fríska luftin, er eitt annað upplivilsi.

Tá ið tað kemur til tað tekniska, tá ber sjálvandi heldur ikki líka væl til at dribbla eins og á gólvi í Ítróttarhøll, har bólturin lættari støkkur upp. Hinvegin, dribblingar er nú eisini back-up í hesum bóltspæli, vit eru so góð við. Tað eru bóltflytingar, vit satsa uppá.

Okkurt foreldur var so beinasamt at útvega venjarunum nøkur smámál, og vit teypi klistraðu foreldur og venjarar tríggjar vallir til.

Nógv foreldur vóru uppmøtt, fleiri enn síðsta sunnudag; og tað er eisini hugaligt at kunna samstarva við Kyndil, ið kemur við sínum egna liði, dreingir 11 ella árgangur 2002. Teir skulu til Dronninglund, so feløgini kunnu við hesum gera sær dælt av hvørjumøðrum.

Stuttligt verður at síggja, í hvønn mun hesar eftirgjørdu venjingarumstøður fara at gera mun í Partille, hesi altjóða kapping á einum so høgum støði, har bara tað at koma í A-bólkin er eitt minni bragd.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com