fríggjadagur, 12. februar 2016

Nei til rusgift


Skrivað hevur: Petur Even Djurhuus

Hóast felagið í ár verður 45 ár og ikki er nakar ársungi longur, so er tað fyrst hesi seinastu árini, at bragdað hevur í hjá okkum í finaluhøpi.

Næsti FTZ-dystur er heimadystur, og til tað høvið hevur Petur Even Djurhuus skrivað oddagrein til faldaran. Men vit loyva okkum at prenta greinina longu nú, tí hon er sera viðkomandi í sambandi við steypafinalurnar nú í vikuskiftinum.

---
"Nej til rusgift". Hesa orðing plagdi eg at lesa á einum klistrimerki, ið okkurt yngri systkin hjá konuni hevði sett á eitt spegl í heimi teirra í Vestmanna og sum var fingið í avhaldsfelagnum Losjan, har flestu vestmenningar høvdu sína gongd í pørtum av tíðini í uppvøkstri sínum. Slík merki høvdu vit ikki í heimbygdini, tá henda rørsla ikki hevði nakað virksemi í Hoyvík. Onkur vil kanska vera við at tað neyvan hevði skatt um slíkt virksemi hevði verið rikið í Hoyvík í uppvøkstri okkara, tí eingin ivi skal vera í, at henda rørsla avgjørt hevur haft og enn hevur sín virkna og avgjørda leiklut í samfelagi okkara.

Tó er tað ein rús, ið sjálvt avhaldsrørslan góðkennir og tað er finalurúsurin. Hesin tølandi og altumfevnandi rúsur, ið settur seg í likam og sál, tá ítróttarlið títt hevur bart seg ígjøgnum og stendur sigrandi eftir í semifinaluorrustu og nú bert bíðar eftir altavgerandi finalu. Ein bíðitíð har allir møguleikar enn eru opnir, sinnið er ríkt og tú kanst loyva tær at hava vónir og í dreymi lyfta sigursbikarinum um høvur, skuldi sigurin verið borin til húsa.

Hesum rúsi er hann, ið skrivar hesar reglur, í, eftir at fremsta lið okkara í gjár í Hoyvíkshøllini sigraði 25 – 20 á KÍF og harvið vann inn aftur tað tap á 21 – 23, vit vóru fyri í fyrru semifinaluni í Kollafirði hósdagin undan. Í seinru semifinaluni lat H71 ongantíð nakran iva vera í, at H71 veruliga ætlaði sær í steypafinaluna í ár. Longu tá 6 minuttir vóru farnir av dystinum, vóru vit á odda 6 – 0. Tá 22 minuttir vóru leiktir, hevði KÍF bert skorað tvey mál, vit vóru á odda 8 – 2 og høvdu dyggiliga jørðað ta leiðslu KÍF hevði undan dystinum og helst hevði ætlað at dúga á fyri at vinna sær finalusessiní steypakappingini.

Eftir at seinra semifinalan var lokin og greitt var, at H71 skuldi vera annað liðið í finaluni í fremstu deildini hjá monnum, var samstundis greitt, at H71 hevur lið í øllum steypafinalum í harradeildini í ár, nevniliga í D10, D12, D14, D16, D 18 og í fremstu mansdeildini og man hetta helst vera eitt slag av rekord innan hondbólt. Í kvinnudeildini eru vit sanniliga eisini væl umboðaði og hava vit lið við í trimum av fimm steypafinalunum, nevniliga í G10, G12 og G17 og vantar okkum bert lið við í finaluni í G 14 og fremstu kvinnudeildini. Í G14 taptu vit tepurt við 13-14 fyri VÍF í semifinaluni, men enn vantar nakað í hjá fremsta kvinnuliði okkara at koma í finaluumhvørvið.

So um nakar kann tosa um finalurús í skrivandi stund, so er tað H71 – og vit njóta hvørja løtu. Tí hóast felagið í ár verður 45 ár og ikki er nakar ársungi longur, so er tað fyrst hesi seinastu árini at bragdað hevur í hjá okkum í finaluhøpi. Ja fremsta manslið okkara hevur bert einaferð vunnið steypafinaluna og hevur H71 í allari tíð sínari bert tríggjar ferð verið við í steypafinaluni, harav einaferð við 2. liði.

Men tá tygum, kæri lesari, sita við hesum faldara í hondini, er hetta alt søga, finalan leikt og vinnarin funnin. Hvørt tað fyri okkum í Hoyvík verður sum Janus kvað á sinni: „Hvat hildu faðir og móðir, brøður og systir, um eg av leikvøllum kom, bæði svangur og tystur, skræddur, rivin og særdur, sigurin mistur – styrki teg Kristur“ ella um hoyvíkingar tá heldur við Freddy Mercury og Queen fara at kvøða „We are the champions“ vita vit til ta tíð.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com