14. februar 2016

Ikki arrogant, bara betri


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Har eru nógvar permutatiónir frá vikuskiftinumn, sum vit svølgja og meta um avrikini frá hesum framúr og søguliga vikuskifti hjá H71.

8 av 11 møguligum gullum. 8 av 9 møguligum finalum í barna- og ungdómspartinum. 7 út av 9 møguligum gullum í barna- og ungdómspartinum.

Eg nevndi í pressumaskinuni fyri árum síðani, at H71 skjótt fór at vera tað, Kina er, tosa vit globalan realpolitikk.

Hetta er nú so. Vit eru suveren. Yvirlegin.

Har vóru, alt íalt, 11 finalur hetta vikuskiftið. H71 var í 9 teirra.

2 seniorfinalur, har okkara menn vunnu tí einu. Og so eru 9 eftir, 9 junior- ella barna- og ungdómsfinalur, har vit vóru í 8 finalum.

H71 gjørdi ikki mætari enn at vinna allar uttan eina, har vit vóru umboðaði, sum so merkir, at vit vunnu heili 7 út av 9 finalum.

Hetta, mínar damur og harrar, er eindømi í føroyskari hondbóltssøgu.

Hetta eru, fyri at siga sum er, forrykt tøl. Sjálvandi, soleiðis fer ikki at vera hvørt ár, men halda vit dampin uppi og kontinuerligt royna at bróta upp úr nýggjum samtíðis við at halda okkum til verandi aðalreglur, tá verður tað kortini ikki so nógv annarleiðis enn í ár og fjør, sum eisini var eitt forbiið gott hál.

Vit kundu saktans nevnt okkara steypavinnarar, sum vit øll, leikarar, foreldur, venjarar, hjálparfólk, leiðslu og stuðlar, bæði moneterir og praktiskir, men ivaleyst er tað lættari at nevna teir árgangir, ið ikki vórðu tað. Ikki arrogant, bara veruleikin.

Gentur 17 taptu tepurt, men hetta var kanska ikki so yvirraskandi, tá tú hugsar um, at á mótstøðuliðnum vóru berandi leikarar, sum allir vóru eldri enn okkara. Og so tað, at mótstøðuliðið var gott. Tillukku Kyndil.

Gentur 14 vóru eisini líka við at koma í finalurnar, men taptu akkurát fyri tí liði, sum vunnu steypakappingina. Vit ynskja VÍF tillukku.

Tillukku, H71, njótið morgindagin, men koyrið á, tí landskappingin restar í!

Framtíðin er svørt, so kolasvørt!

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo