15. februar 2016

18 ára steypavinnara turkur farin


Myndir: Jan Sørensen og Álvur Haraldsen/in.fo


Skrivað hevur: Petur Even Djurhuus

Seinast vit vunnu steypafinaluna hjá monnum var í 1998, tá vit við Hans Gudmundssyni á odda vunnu steypafinaluna ímóti Kyndli 24 – 20.


Liðin dagur líðilangur,
tagnaður var øksagangur,
økt var tal av kappagrøvum,
lokið stríð á Stiklastøðum.


Hesar reglur runnu mær í hug, tá eg móður og troyttur, sunnukvøldið settist í stovuni heima í Hoyvík, at rinda møðina eftir langt og uppslítandi steypafinaluvikuskifti í hondbólti í Høllini á Hálsi. Ikki tí, sjálvur hevði eg ikki leikt, so slíkum var eg ikki móður av. Men heldur var tað henda uppslítandi sálarliga møðin, sum kemur yvir ein eftir út í eitt at hava verið so spentur so leingi. Sum áskoðari at standa við síðulinjuni og eygleiða dystin á vøllinum, er í mangar mátar strævnari enn at leika dystin sjálvur. Einki fært tú gjørt (uttan kanska at royna at vegleiða dómararnir í at taka rættar avgerðir) - tú kanst bert standa har og síggja hvussu leikur fer og vóna, at títt lið ber sigurin til hús.

Steypafinaluúrtøkan hjá H71 hetta vikuskiftið var heilt einastandandi. Ikki bara vunnu vit ein sannførandi steypafinalusigur í fremstu deildini hjá monnum, men vit at kalla volaðu eisini í teimum yngru deildunum. Soleiðis vunnu vit sjey av níggju finalum í yngru deildunum. Vit vunnu alla harra- og dreingjadeildina og vunnu tvær av fýra finalum í gentudeildini. Ja, í løtuni er støðan so, at tað kann næstan bert ganga niður á bakka.

Annars hevur H71 ikki traditión fyri at vera nakað steypafinalulið. Seinast vit vunnu steypafinaluna hjá monnum var í 1998, tá vit við Hans Gudmundssyni á odda vunnu steypafinaluna ímóti Kyndli 24 – 20. Og í 18 ára tíðarskeiðnum síðani seinasta sigurin hava vit bert tvær ferðir leikt okkum fram til finaluna. Fyrru ferð var í 2004, tá vit við Hendrik Gerster á odda taptu fyri StÍF og seinru ferð í 2011, tá 2. lið okkara óvæntað leikti seg fram til finaluna við Halgir Dahl Olesen og Esbern Paturssyni við stýrisvølin, men mátti tá lúta fyri Neistanum.

So sigast má, at steypafinalusigurin hjá monnunum á Neistanum í vikuskiftinum kom væl við. Hyggja vit at stigatalvuni í landskappingini, so sluppu vit ikki undan onkursvegna at vera favorittar til dystin. H71 liggur heili 17 stig frammanfyri Neistan í landskappingini, vit á odda við 27 stigum og Neistin næstaftast við 10 stigum. Og er tað nakað sum H71 ikki trívist í, so er tað favoritrolluni. So nógv var gjørt burturúr at tosa seg burtur úr hesi støðu undan dystinum, men eydnaðist hetta bert partvíst. So ein var ikki sørt fjáltursstungin, tá farið var til dystin leygardagin. Ein hevði kensluna av, at H71 hevði alt at tapa og Neistin alt at vinna. Og so er tað eisini tað, at allar finalur eru opnir dystir, tú hevur eitt skot í byrsuni og mást nýta tað rætt í slíkari finalu.

Fremsta manslið hjá H71 byrjaði eisini dystin heldur trilvandi og tyktust leikarar okkara tungir á vøllinum. Serliga haltaði í verjupartinum, og ferð eftir ferð sluppu neistaleikarar framvið verjuleikarum okkara og skoraðu ella fingu brotskast. Eftir fyrsta korterið av dystinum var Neistin eisini á odda 10 – 7. Men eftir hetta tóku leikarar okkara seg saman og settu alt uppá pláss. Fyrst var latið aftur í verjuni, serliga einum vælleikandi Tóraldi Kollskerð í málinum fyri at takka, og í álopinum kom somuleiðis meiri glið á. Farið varð soleiðis til hálvleiks við eini 13 – 12 leiðslu til H71. Tá komið var inn aftur til annan hálvleik, hildu H71 leikarar okkara áfram, har teir sleptu og øktu leiðsluna til 19 – 13, fyri síðani stilt og róligt at koyra sigurin 28 – 21 heim.

Ikki ein sinnisupprívandi og spennandi dystur, men heldur ein kontrollerað maktdemonstratión, ið ber boð um, at fremsta manslið okkara er um at vera aftur har teir vóru, tá leikárið byrjaði. Ein forloysandi sigur og løta – og skulu allir aktørar kring fremsta manslið okkara hava eina stóra tøkk fyri tað.

Men tað vit kanska ikki fingu í spenningi til finaluna hjá fremsta liði, góvu finalurnar í yngru deildunum okkum so sanniliga. Longu leygarkvøldið legði dreingir 18 lið okkara fyri og stóð sigrandi eftir í dysti ímóti Kyndli, har umdystur mátti til, áðrenn sigursharrarnir vóru funnir. Einastandandi raskir vóru dreingir okkara og bardust sum ein samlað eind fyri sigrinum. Dreingir 18 vildu vinna og gjørdu tað eisini.

Sunnudagin vóru vit í sjey ungdómsfinalum og vunnu allar uttan eina. Og allir sigrar vóru vunnir við einum máli og í tveimum førum mátti umdystur til. Haldi at eg kann loyva mær at siga, at ungdómsleikarar okkara allir trívast væl í tí pressi, sum altíð liggur á leikarum í tøttum finaludystum í fullsettari høll.

Í øllum dystunum vóru okkara leikarar smærri enn hinir leikararnir. Av tí sama máttu teir dúva uppá tekniskan holdbóltsførleika heldur enn kropsliga styrki, og í øllum dystum spældu vit okkum til sigrarnar við hondbóltskynstrum. Leikt var á høgum tøkniligum støði. Og satt at siga, so er ein ikki sørt errin av at síggja, hvussu væl er hilnast okkum í Hoyvík at skapa eina slíka flóðaldu innan hondbólti, sum í løtuni skolar inn yvir føroyska hondbóltsheimin.

Eitt ber hetta í øllum førum boð um, at okkurt hava vit gjørt rætt í Hoyvík.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo