mikudagur, 17. februar 2016

Og nú FM-finalan


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Vinna vit íkvøld, tá verður tað so ikki Kyndil, sum vit missa eitt av tveimum finaluplássum til.

Tá eru 11 stig á muni, og tað fer ikki at enda so galið hjá H71, so gott hjá Kyndli, at tað fer at vera Kyndil, ið gerst finalubúgvið, ikki H71.

Óansæð, í sannkenningini av, hvussu feitt tað er at vera í finalum, tá er tað hetta, og ikki onnur lið, vit skulu forhalda okkum til.
Nú steypasigurin er komin í hús, er tað imperativt, at vit halda á við góðu gongdini, vit hava upplivað, fyrst í seinna hálvfinalu-dystinum ímóti KÍF, síðani finaludystinum sunnudagin.
Tað er imperativt, at vit fáa so nógv stig, at vit hava møguleika fyri at gerast føroyameistarar. Og helst so væl fyri, sum nummar eitt í FTZ-deildini, at vit hava handa fyrimunin, ið heimavøllur gevur okkum.

Heldur enn gullfylla, so er tað mín greiði varhugi, at hópurin er altráur eftir at fylla uppí við gulli til felagið.
At hóast eitt óføra týðandi og stuttligt vikuskifti, at so eru okkara menn ikki mettir. Langt frá. Og hví eisini tað? Tað ræður um at vera ein serial-vinnari.

At skapa ein innbornan vinnaramentalitet á bestaliðnum í tann mun, at hópurin smakkar og osar av einum óafturtakiligum og óforskammaðum yvirkulturi. Ein frammanundan-skaptur andi, ið bara kringar seniorliðið á harrasíðuni. Ein andi, ið ikki er treytaður av persónum, men strukturi, søgu og etos.

Dysturin í kvøld er kl. 19:30, og tað er í Hoyvíkshøllini, á heimavølli, at vit skulu spíla okkum út og koma alt tættari FM-finaluplássi.

Sum altíð hevur hópurin tørv á tær, á svørtu fjepparafjøldini, so tað er at eta í góðari tíð, so tú fært teir fyrstu minuttirnar við.

Koyr á Maskinuna!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com