17. februar 2016

Kyndil vann sær eitt stig


H71-Kyndil: 26-26 (17-13)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Hóast vit ikki vunnu, so er úrslitið brúkiligt.

Í kvøld var aftur dystur í FTZ-deildini, H71 tók ímóti Kyndli. Eftir eitt hendingaríkt vikuskifti, var spennandi at síggja, hvussu H71 var fyri, um steypafinalan hevði gjørt teir sigursmettar, ella um teir vóru enn svangari eftir góða úrslitið. Eftir dystarlok var eitt stig í part. Kyndil var fegnari um hetta enn H71, sum lótu tað eina stigi sleppa sær av hondum teir seinastu minuttirnar av dystinum.
 

Dystargongd

Eftir eina heldur javna byrjan legði H71 seg á odda og førdi 17-13 við hálvleik. Góða gongdin helt á, og tá 47 min. vóru leiktir, var støðan 24-19 til H71. Fimm mál áttu at koyrt sigurin heim, men so varð ikki. Tað fór at ganga betur hjá gestunum og verri hjá H71. Tað, sum hevði riggað, riggaði ikki meira, meðan Kyndil koyrdi við somu ferð og vóru effektivari at skjóta mál enn H71. Dysturin endaði við javnleiki 26-26.

Hetta var ikki nakað intensur dystur, bæði liðini spældu heldur linligan hondbólt. Tað sá leingi út til at vera nokk hjá H71, men tað rakk akkurát ikki. Kyndil megnaði at fáa mál, tá nøkur sekund vóru eftir og bjargaðu sær javnleik.

Úrslitið er væl brúkiligt, og tað er møguliga betur at royna so nógvar mans sum gjørligt, heldur enn at pressa seg fram til sigrar, sum í seinasta enda ongan týdning hava. Vit skulu bara vera væl fyrireikað, tá vit spæla finalu, um einar tveir mánaðir ella so.

Peter Krog var ikki á vøllinum í dag, tí hann hevur onkran smáskaða at dragast við. Tá er gott at síggja, at vit klára at spæla góðan hondbólt, sjálvt um skjúttin ikki er við. Hjá H71 bleiv Mark í løtum mansvardur, meðan David Edvardsen, hjá Kyndli, til tíðir eisini bleiv mansvardur.

Dagsins leikari hjá H71 var Rúni Højgaard, sum aftur sá út til at vera í gamla forminum. Hann fekk fimm mál og vísti gott ágangandi og framrættað spæl.

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo