28. februar 2016

“Lunkað” avrik gav eitt stig


KÍF-H71: 18-18 (9-9)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Dysturin endaði júst, sum hann skuldi – eitt stig í part, í einum jøvnum dysti.

Í vikuni blivu kollfirðingar (KÍF) hondbóltsflongdir í Vestmanna. Tróndur Arge, útvarpsmaður, helt tó at lítil munur var á liðunum, og at vestmenningarnir vóru bara so nógv effektivari. Hvussu var og ikki, so kundi KÍF annaðhvørt halda fram við vánaliga avrikinum, ella taka tað sum eina áminning um at gera tað betur næstu fer. Í dag gjørdu teir tað í hvussu er so mikið gott, at teir fingu tað eina stigið, tí dysturin endaði við javnleiki 18-18.
 

Dystargongd

Frá tí at dysturin byrjaði blivu bæði Peter og Mark mansvardir, og harvið stóðu fýra mans fyri tað mesta úti við miðkringin, uttan at luttaka í dystinum. Í seinna hálvleiki valdi H71, í løtum, at gera tað sama við Hans Eli. Hetta skuldi verið júst eftir bókini fyri H71, tí tað er lætt at rokna út, at hetta er ein støða, sum kann upstanda í fleiri dystum. Men so var ikki. Hevði tað ikki verið fyri einum sera vælleikandi og ágangandi Jónasi Djurhuus, so hevði staðið illa til. H71 hevði ilt við at spæla seg gjøgnum tunnu (men røsku) verjuna hjá KÍF, og tá vit so komu ígjøgnum, so var málmaðurin sum ein múrur. Málmansavrikið hjá Jaspuri í KÍF-málinum var avgerandi fyri, at tað gekk so væl hjá KÍF. At síggja til, so sást ikki reiðiliga, hvar hann var veikur ella sterkur, tí hann tók so at siga allar staðir frá. Ein ring støða hjá okkara áleyparum.

Dysturin sjálvur var sera javnur. Við hvørt KÍF frammanfyri, og so onkuntíð H71 frammanfyri. Móti endanum kundi dysturin líka gott farið til KÍF sum til H71, tað var bar tilvildin, ella onkur heilt avgerandi detalja, sum kundi flutt dystin onkran veg. Í so máta endaði dysturin júst, sum hann skuldi – eitt stig í part, í einum jøvnum dysti.

Hetta eina stigið var tað sama, sum VÍF bardi seg til í Havn, tá teir eisini spældu javnt (30-30) móti Neistanum. Í dag fingu H71, VÍF og KÍF eitt stig í part, og støðan teirra millum er tí júst tann sama sum undan dystunum. Hetta eina stigið kundi tí væl brúkast, men álopshugburðurin hjá H71 kundi ikki brúkast í dag. Tað má avgerandi meira atsóknarhugur og gramleiki til.

Hyggja vit á stigatalvuna sæst, at H71 er tað liðið, sum hevur sterkastu verjuna. Bert 382 mál er farin inn, meðan júst KÍF hevur næst stinnastu verjuna, teir hava latið 401 mál fara inn. Álopsliga eru vit bert nr. 4, Kyndil, VÍF og StÍF hava skorðað fleiri mál enn vit. Hetta merkir so yvirskipað, at vælgongdin hjá H71 er rótfest í eini góðari verju, og einum álopi, sum er gott, men tó ikki er tað besta í Føroyum. Út frá hesum kundu vit sagt, at tað mest eyðsýnda at gera, er at fáa álopið at koyra betur, enn tað hevur gjørt.

Løgið hvussu viðbrekin áskoðarin er. Gongur tað væl, so fjeppast alt um felagið og høllin er stúgvandi full, gongur illa, ella minni væl, ja so situr áskoðarin heldur heima. Hetta mynstrið sást væl aftur í høllini í dag. Eftir vánaliga úrslitið í Vestmanna vóru tað helst fleiri kollfirðingar, sum ikki orkaðu ein slíkan dyst afturat og valdu tí heldur at lata leikararnar klára seg sjálvar. Har vóru helst fleiri H71- áskoðarar enn kollfirðingar, í so máta eru vit í H71 væl fyri.

H71 manglar 4 stig fyri at verða vísir í at leika finalu.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo