týsdagur, 11. juni 2013

Venjingarjakkar til allar Partille-leikarar


Skrivað hevur: Agga Niclasen

H71 bjóðar venjngarjakkar til allar Partille-leikarar felagsins

Sig so tað! Nú ber til hjá teimum, sum hava verið partur av Partille-innsavningini, at ogna sær ein lillavorðnan venjingarjakka fyri einki. Tað ber eisini til at ogna sær tilhoyrandi buksur í svørtum, men hesar kosta tó.

Umframt at vera snotulig, er felags fyri klæðini, at tey eftir lidna bílegging koma at bera eksklusiva H71-búmerkið, so at vit ferðandi eru dekan meiri identifiserbar sum bólkur og felag í Svøríki.

Og tað var mánakvøldið 10. juni frá 18-19 í hølum felagsins, at tað bar til at royna jakkar og buksur, hvat eisini bleiv kunngjørt rímiliga væl um feysbukk og teldupost.

Men við at upplýsa navn og stødd á venjingarjakka og møguligum buksum til h71hoyvík@gmail.com, ber enn til at skaffa sær plaggið.

Tað ræður um at boða frá og bíleggja skjótt, og tí hava vit ásett evstamark, ið er hósdagin 13. juni. Hetta merkir faktiskt, at ert tú ein teirra, har tíðin ikki er tín vinur, er fríggjadagur hin 14. juni ov seint.

Tað er eitt úrslit av tí so sera væleydnaðu Partille-innsavningini, at H71 og Partille-bólkurin kunnu veita ein ókeypis venjingarjakka til hvønn Partille-leikara hjá H71.

Tey, ið ikki fara við til Partille, kunnu kortini ogna sær ein við at upplýsa navn og stødd á jakka og møguligum buksum til h71hoyvik@gmail.com. (Hesi mugu tó, eins væl og systkin og foreldur at Partille-leikarum, betala sjálvi. Tá kosta jakki 300,- og buskur 250,- í barnastødd; ynskjast S, M og L, tá kosta buksurnar somuleiðis 300.)

Alternativt kunnu tit skriva navn á leikara og stødd inn á umráðandi tráðin á feysbukk. Viðmerkjast skal, at støddirnar eru eitt sindur stórar í tí. Elias, til vinstru á myndini, er í stødd 12 ár í jakka. Janus, til høgru, er í stødd 10 ár. Til báðar var stødd 10 hóskandi í buksum.

Ætlanin er, at leikararnir skulu ferðast í jakkanum og annars vera í honum til setanina og møgulig onnur tiltøk av formligum dámi.

Nú nærkast annars, til hesin klunkur av hoyvíkingum fer avstað. Vit tosa góðar 2 vikur og gott og væl 300 fólk. Av tí sama ger væl einki, at vit hvør sær so hvørt fyrireika okkum frægast til ber.

Ikki bara ítróttarliga áðrenn fráferð, sosum mat, drekka og venjing. Men eisini við tí praktiska. Um ikki endiliga pakka, longu nú, tá veksla svenskt og pota í brævbjálvar, lufta soviposan, finna passið og bláa kortið.

Og somuleiðis í mun til foreldrabólkin, sum skal hava nøkur viðurskifti avgreidd áðrenn ultimo juni. Hvør ger hvat, líka frá ávísum vaktarhaldi at avloysa tey vaksnu á skúlanum og hvør skal gera hvat til dystirnar, sirka tveir dagliga, til myndatøku og lata inn úrslit fyri liðið, kanska enntá eina lítla dystarfrásøgn.

Vit hava fólk, sum regluliga taka sær av at leggja út á heimasíðuna; tey koma at vera á skúlanum saman við leikarum og øðrum leiðarum. Onkur tekur upp videobrot at leggja út á felagsins YouTube-konto, meðan onkur hevur halgað seg til ein tekstastubba um sjálvt upplivilsið, eina stemningsgrein.

Men tað eru tit, foreldur og onnur, ið skulu fylla karmarnar við úrslitum, dystarfrásagnum og myndum. Ikki neyðturviliga hvønn dyst og hvønn dag, men eitt sindur. Hetta er væl nakað, tit hvør í sínum lagi mugu avtala og hava í huga.

Gera tit tað ikki vegna tykkara foreldrabólk og tí liði, tit varða at, tykkara børnum, tá verður treyðugt nakað at frætta frá hesum liði. Har eru jú so nógv lið og dystir, so nógv er á vási allatíðina, og hvør hevur nóg mikið sum er við sínum, og tí er tað so sera týðandi, at vit hjálpa hvørjumøðrum... og helst við inniligum kurteisi og breiðum smíli, sum vit ætla okkum eina so feita feriu sum til ber.

Koyr á H71!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com