leygardagur, 5. mars 2016

2 To Go


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tað er tað. 2 sigrar afturat. 4 stig afturat.

Heima ímóti Neistanum er altíð trupult. Og tað verður tað eisini hesuferð. Neistin hevur einki at spæla fyri, men teir vístu ímóti VÍF, at tað hava teir eginliga ikki ánilsi fyri.

 

Kanska serliga er tað á heimavølli, at vit hava havt trupulleikar at bast bláu piltunum úr Havn. So ein sigur ímóti næstaftasta liði á stigatalvuni er als ikk nøkur sjálvfylgja. Tað er umráðandi, at vit sum lið og hópur hugsa um hvønn dyst sær, tí tað er ikki bert finaluplássið, men fyrstaplássið, ið er upp á spæl.

 

Hetta kann vera avgerandi í FM-stríðnum. Fornemmilsið er eitt sindur løgið hjá okkum H71arum, tí vit eru vanir við at stríðast fyri at koma í finaluna. Orðað øðrvísi, tað plagar at vera um hesu tíð, sera árla á vári, á síðvetri, beint fyri páskir, at vit spenna hvørt fibur í kroppinum til tess at skaffa okkum øllum eini gleðilig páskir: eina FM-finalu!

Nøkur halda, at vit hava verið í finaluni heldur leingi, og tað er nakað um tað.

 

Tiltikni underdog-leiluturin er ikki heilt so kvalifiseraður at gera sær dælt av longur, og tí er kanska líka so frægt at halda okkum til tað, eg fyri kappingarbyrjan meldaði út--parafriserað av Philim Lahm, Bayern-liðskipari, beint fyri heimadyst ímóti Real Madrid: "Vit eru H71, vit tapa ikki!"

 

Og tað gera vit eiheldur í morgin.

 

Komið og stuðlið í morgin, tað er klokkan 16, og tað er Heima í Hoyvík.

 

Koyr á Tit Svartu!!!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com