sunnudagur, 6. mars 2016
Í dag spældu vit sum eitt lið. Allir mans í álopi og allir ágangandi og vandamiklir.
Undan dystinum í dag restaðu fýra stig í, fyri at H71, fyri vist, skal leika í finaluni. Eftir dystirnar í 19. umfari er greitt, at nú restar bara eitt stig í, at tað er 100%. Við hesum í tonkunum vóru okkara menn nakað væl grammari enn gestirnir, sum snøgt sagt ikki formáddu sær nógv. Sjálvur var eg nakrar minuttir ov seinur, og tá var longu 6-2 til H71. Við hálvleik var munurin níggju mál og støðan 18-9 til H71.
Í heilt stuttum kann sigast um sjálvan dystin, at har var ongantíð nakað, sum líktist spenningi, tí munurin, sum beinanvegin kom, gjørdi, at mótbrekkan hjá neistunum gjørdist ov brøtt, ella í hvussu er ov brøtt, nú árið er so mikið liðið, og so lítið er hjá teimum at spæla um. Eina løtu fyrst í seinna hálvleiki, mannaðu teir bláu seg so mikið upp, at munurin kom niður á seks mál. Teir hava duga væl at komið aftur, sjálvt úr næstan vónleysum støðum (eisini móti H71), men soleiðis var ikki hesaferð. Munurin kom niður á 24-18, tá 47 min. vóru leiktir, men so var eisini liðugt, tí H71 vendi aftur gongdini, og frástøðan gjørdist aftur níggju mál. Dysturin endaði tó 30-24.
Neistin er liðugur fyri í ár. Teir hava einki at spæla um og kunnu bert arga hini liðini í toppinum, sum tikið verður til. H71 var í dag eitt heilt annað lið enn í móti KÍF. Í dag spældu vit sum eitt lið. Allir mans í álopi og allir ágangandi og vandamiklir. Rúni er um at finna sín gamla form aftur og skoraði átta mál. Gott at síggja grammleikan móti málinum. Hans Kári spældi sín besta dyst í langa tíð, og eisini hann var rættiliga beinfimur og málsøkin.
Tað, sum rættiliga eyðkendi dystin í dag, var, at har sást spæligleði. Nakað sum hevur verið heldur kámt leingi. Hetta er sera týdningarmikið, og alt má gerast fyri at halda hesum, tí tætta, “steaminum” uppi. Nú eru bert fimm dystir eftir í vanligu kappingini, og hesir mugu brúkast sum fyrireiking til teir tveir seinastu, sum skal verða krúnan á verkið fyri í ár.
Aftur í dag sóu vit, at mótstøðuliðið valdi at mansverja tveir leikarar. Í dag Jónas og Mark. Hetta verður helst ikki seinasta ferðin, at hetta verður brúkt, og í dag gekk slett ikki so galið at fáa nakað brúkiligt burturúr hesi støðu.
Soleiðis, sum úrslitini háttaðu sær í dag, er samlaða støðan tann, at Kyndil, í veruleikanum, spældi sær finalumøguleikan burtur, meðan KÍF enn hevur ein lítlan, men heldur ósannlíkan, møguleika at blíva nr. tvey. Øll tekin í stjørnum og mána sýnast at vísa, at finalan aftur í ár verður millum H71 og VÍF. Sum tað sæst á talvuni niðanfyri, so kann KÍF í mesta lagi fáa 32 stig, og tá H71 longu hevur 31 stig, so merkir hetta, at eitt stig afturat er nokk til at blíva nr. 2 (finalupláss).
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
27. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |