leygardagur, 12. mars 2016
Sigur í morgin og vit eru finaluklárir. Men tað er á Skála. So lætt verður ikki.
Gott var við trivaligum sigri á Neistanum sunnudagin. Fyri dystin vantaðu 2 dystir ella 4 stig eftir til tess at tryggja okkum eina finaluplássi í FM í apríl.
Tað vil so siga, brúka vit Suðuroyar Sparikassa-metoduna, heldur enn Eik-metoduna, at okkum vanta 1 sigur ella 2 stig at koma í FM-finaluna annað ár upp í slag.
Hetta var ikki gamalt, men tað var heldur ikki gamalt at skaffa sær vaskikonur at vaska sína stovu og kømur. Og um tað so er tí, at tað er ov strævið sjálvur at gera tað, tíðin ikki røkkur vegna sjálvrealisering ella tí, at starvssetandi húskið liggur inni við einum anti-marxistiskan tørvi á at troka uppígjøgnum sosial-kulturella klassasystemið, beri eg meg undan at svara uppá, tí í hesum erkvisnisdøgum er lætt at koma galið í býin.
Ov leingi hava vit glett okkum til FM-finalunar. Tað er ikki vanligt, og tað ruggar ikki heilt lætt hjá einum so underdog-lenandi fólkaslagi sum hoyvíkingum at koma so lættliga til fatið.
Vit máttu stríðast fyri at koma í steypafinaluna, og tað mugu vit eisini fyri at koma í føroyameistaraskapsfinaluna. Arbeiðið er tó meiri miðvíst og langdrigið, og vit plaga at toppa umleið... nú.
So hetta er heldur løgið. Men nú handlar tað eina og aleina um at koma í finaluna. Fáa fyrstapla´ssið at tryggja okkum, um neyðugt, heimavallarfyrimun.
Síðani verður siktið sett at gera alt tað, vit kunnu, fyri at vinna hasa finaluna og skaffa Hoyvíkini eitt FM-hattrick.
Góða eydnu í morgin, tit svørtu, og nú er at Koyra Á Maskinuna!
Framtíðin er svørt, so kolasvørt.
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
27. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |