sunnudagur, 13. mars 2016
Myndir: Jan Sørensen
Ongin dramatikkur, og eingin kýtti seg meira enn neyðugt.
Tað vóru tvey lið, sum ikki høvdu nakað serligt at spæla um, ið leiktu á Skála í dag. Tað er langt síðan greitt, at StÍF ikki hevur nakran møguleika at koma í finaluna, meðan H71 bara skuldi hava eitt stig afturat fyri at verða tryggir í finaluni. Hetta sást eisini aftur í spælinum, ongin dramatikkur, og eingin kýtti seg meira enn neyðugt. Tey bæði stigini endaðu í pottinum hjá H71, og harvið kunnu vit staðfesta at tað 100%, at H71 er annað liðið í FTZ-finaluni 2016.
Tað gekk eitt sindur betur hjá H71 ta fyrstu løtuna. H71 legði seg nøkur mál framum. So við og við sum fyrsta hálva leið, so minkaði munurin, og tá 17 min. vóru leiktir, var javnstøða. StÍF legði seg framum, og støðan gjørdist 12-10 til heimaliðið tríggjar minuttir áðrenn steðgin. Støðan gjørdist tó 12-12 við hálvleik.
StÍF byrjaði seinna hálvleik við at leggja seg framum við tveimum málum 14-12. So kom besta løtan hjá H71 har dysturin í veruleikanum bleiv avgjørdur. H71 skoraði 7 mál meðan StÍF bert kláraði at skora eitt. Støðan gjørdist 19-15 til H71, og hesin fyrimunur helt sær allan dystin. Dysturin endaði 27-21, og sostatt kunnu vit flokka hetta sum ein tryggan sigur til H71.
Aftur í dag bleiv Peter mansvardur stóran part av dystinum. Fyrstu løtuna slapp hann at spæla sum vanligt og gjørdi tá stóran mun, tí væl bar til at skjóta mál. Annars má sigast, at spælið ikki gekk heilt so væl í hesi 5 ímóti 5 støðuni. Ein støða, sum vit áttu at hava vant nakað væl betur enn StÍF. Har er so nakað at arbeiða við fram til finaluna. Eina løtu í fyrra hálvleiki sá leikskipanin mest út sum at spæla verjuna tjúkka heldur enn at spæla hana tunna. Alt spælið bleiv skipað inn móti miðjuni, og so at siga eingin stóð úti á vengrunum. Tá er ikki lætt at skora mál.
Annars er spennandi at hyggja, eftir hvussu útlitini hjá hinum liðunum eru fyri at koma í finaluna. Vit hava tríggjar kandidatar: VÍF, KÍF og Kyndil. Hjá Kyndli sær tað spennandi út teir næstu dystirnar. Vinnur H71 á VÍF og Kyndil síðan vinnur á Neistanum og StÌF og VÍF, so er støðan brádliga 27 stig til Kyndil og 28 til VÍF. Tá kann lættliga okkurt óvæntað henda, so er ikki til at siga, um tað verða teir grønu ella teir gulu. Nakað tað sama er galdandi fyri KÍF, koma teir í ein góðan stima, samstundis sum VÍF ikki reiðiliga fær tað at ganga, so eru teir brádliga væl fyri. Spennandi verður nú at síggja, hvussu næstu dystirnir fara at enda. Vinnur VÍF á H71 í næsta dystinum, so munnu teir verða ringir at taka bæði hjá Kyndli og KÍF.
Vit mugu í hvussu er gera okkara fyri at halda spenningi í FTZ-kappingini so leingi sum gjørligt.
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
27. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |