leygardagur, 19. mars 2016

Vælsmurd H71-maskina


H71: 38-33 (19-18)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Álopið spældi við optimismu og frálíkum grammleika, meðan verjan var eitt sindur ókonsentrerað.

Dysturin í dag var líkasum ein lítlil undanfinala, tí hetta verða helst tey bæði liðini, sum koma at dystast um FM-heitið um ein mánað ella so. Tað sást eisini á liðunum, menn vóru spentir, og vit fingu eisini ein hampiliga góðan dyst. 

 

H71 hevur bert tapt tveir dystir í ár, annar var ímóti júst VÍF og hin var ímóti StÍF. Í Hoyvík vóru vit spent uppá, hvussu tað fór at ganga; at síggja formin hjá báðum liðum, og síðan meta um, hvussu man fara at gangast í finaluni. Dysturin í dag kundi verið ein ábending á, hvar gullið man fara, til Hoyvíkar ella til Vestmanna?

 

Fyrri hálvleikur var sera javnur, og bert eitt mál var á muni við hálvleik. Støðan var 19- 18 til H71. Um ikki stórur munur er eftir fyrra hálvleik, so hevur hetta lítið at siga um, hvussu dysturin annars kemur at verða. Liðini spæla líkasum bert fyri at avgera dystin í seinna hálvleiki, og seta ikki meira orku inn enn hægst neyðugt.

 

H71 byrjaði sum eitt óløgi beinanveg í øðrum hálvleiki. Spælt bleiv við orku, kvikleika, optimismu og sjálvsáliti, og tað gekk so strálandi. Eftir lítlari løtu stóð 25-19 á máltalvuni, og dysturin var í veruleikanum vunnin. Í staðin fyri at herja á við somu øði, og avgera dystin so ruddiliga, so byrjar alt liðið onkursvegna at slaka og koyra við økonomiferð. Hetta áhaldni manglar hjá H71 og tykist ringt at fáa inn í hugburðin hjá liðinum. Í ár hevur gingið so ómetaliga væl, at slíkt ikki reiðiliga hevur nakran týdning. Hetta við ikki at “drepa dystin” fær ofta mótstøðuliðið at gera ein vørr og líkasum koma seg. Soleiðis var eisini í dag. VÍF fekk eina góða løtu miðskeiðis í hálvleikinum og megnaðu at minka um munin til 26-23, men longur gekk ikki. H71 vann ruddiliga við 5 málum. Støðan gjørdist 38-33.

 

Aftur í dag vóru fleiri mansverjur. Peter mansvardur allan dystin, meðan Mark “bert” varð vardur í øðrum hálvleiki. H71 valdi at gera tað sama við Filip í øðrum hálvleiki. 

 

Dysturin í dag var eitt slag av eksperimenti hjá H71, sum rættiliga væleydnað brúkti ein eykaleikara í álopinum stóran part av seinna hálvleiki. Fleiri onnur lið hava roynt hetta, men haldi ikki, at hetta hevur eydnast serliga væl hjá nøkrum øðrum liði. Hetta royndist óføra væl hjá H71, sjálvt um VÍF ta einu ferðina slapp at kasta bóltin í tómt mál.

 

Verjan hevur verið krumtappurin á liðinum hjá H71 í ár. Samanlagt hevur verjan roynst eitt sindur betur enn álopið, men soleiðis var ikki í dag. Álopið spældi við optimismu og frálíkum grammleika, meðan verjan var eitt sindur ókonsentrerað. Eftir dystin var tað onkur sum helt, at H71 í seinastuni hevur spælt við hondbremsuni uppi og ikki reiðiliga hevur fingið tað góða spælið fram, og at hetta nú var rættað. H71 spældi rættiliga væl í dag.

 

Teir báðir mansvardu Peter og Mark skoraðu 23 av teimum 38 málunum sum komu í dag, og skulu vit tosa um nakað, sum kundi verið kallað dagsins spælari, so má hetta fella á Mark, ið spældi ein frálíkan dyst.

 

Við dagsins sigri er tað víst, at H71 er best í FTZ-kappingini og kann soleiðis avgera, hvussu finalurnar skulu leikast. Hinvegin er als ikki avgjørt, hvør skal verða hin parturin í finaluni. Talan kann verða um VÍF, KÍF og Kyndil. Í løtuni hevur VÍF tey bestu kortini, men støðan kann rættiliga skjótt broytast, tí um Kyndil vinnur á StÍF í morgin (sunnudagin) og síðan ímóti VÍF mikukvøldið, so er bert eitt stig á muni millum VÍF og Kyndil. Spennandi verður hvussu leikur fer.

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com