sunnudagur, 20. mars 2016
H71 annað enn hondbóltur... einaferð
Hoyvík er hondbóltur, og hondbóltur er H71.
Men, einaferð var H71 annað enn hondbóltur. Við sínum 45 árum á baki í ár er felagið ikki so gamalt, men søgan er rík, eisini í mun til tær dissiplinir, hoyvíkingar hava íðkað uppígjøgnum tíðina.
Fara vit í Dagblaðið frá 30. november 1977 síggja vit eitt innlegg nevnt "Borðtenniskapping um vikuskiftið - TBF vann tvær liðkappingar, meðan H71 vann tað (sic) triðju". Á myndini síggja vit ein smashandi Bárð Enni; Bárður, sum vit kenna frá Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, tá hon enn æt tað.
Inni í sjálvari greinini lesa vit um Ellefsen-brøðurnir, Jógavn og Árni, sum vundu úr Gunnari Djurhuus og Mark Joensen við siffrunum 21- 6 og 21 - 6. Allir fýra úr H71.
Har var eitt annað double-lið úr H71. Eingin minni enn SEV-stjórin og Andras Róin. Hesir taptu í spennandi 3-settara. Annars síggja vit, hvussu FRAM á sinni sílti seg út. Og tað var nettupp FRAM, sum í piltadeildini mátti lúta fyri 5 - 4 fyri H71.
Ídag, tó, er H71 bara hondbóltur. Og hesin sami hondbóltur fyllir eisini og ríkar gerandisdagin hjá øðrumhvørjum hoyvíkingi, so ella so.
Hjá tær, ið gjarna vil dýpa seg í søgu felagsins, kann dokumentar-filmurin "Søgan hjá H71" viðmælast. Hann er knappan hálvan tíma. Ein filmur, Bjarnheðin í Hoyvík og Høgni Hoydal hava snikkað til.
Eftirfylgjandi er filmur um FM'ið frá 2012, ið kollfirðingar tann dagin í dag fáa útslett av at verða minntir á. Eisini viðmælisverdur sum appetittvekjari til FM-finalurnar í apríl.
Framtíðin er svørt, so kolasvørt!
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
27. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |