leygardagur, 2. apríl 2016

Tað verður VÍF


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- og við vestmenningum verður tað eisini ein verulig finala.

Tað verður ímóti vestmenningum, at vit skulu dystast ímóti. Eg síggi fyrimær eina Forum Romanum-søgu av teim heilt sóru útspæla seg um ikki so leingi nú.


Hevði tað verið eitt av alternativunum, tá hevði tað ikki verið so nógv Forum Romanum, heldur Klaksvíksstríðið. VÍF er jú ein onnur stødd, hevur eina aðra pípuvídd enn hini.

 

Fyri at hetta ikki skal henda, fyri at vit ikki skulu møta vestmenningum, tá skulu kollfirðingar vinna á VÍF og síðani H71, meðan VÍF skal tapa fyri Neistanum... í Vestmanna. Ella, tað er so faktiskt ikki neyðugt, solongi sum kollfirðingar fáa fleiri stig enn VÍF á síðsta leikdegi. 

Tað vil siga, tapir VÍF ímóti Neistanum, so er nokk við javnleiki hjá KÍF ímóti H71. Spæla VÍF javnleik ímóti Neistanum, so mugu kollfirðingar vinna. Men óansæð hvat mugu kollfirðingar vinna dystin mikuvkøldið 13. apríl kl. 20, ein heimadystur ímóti grannunum fyri norðan.


Ein finala ímóti VÍF er opin. Ein finala ímóti hinum kappingarneytunum høvdu vit ikki kunnað skúgvað okkum undan favorittleiklutinum. Tað er fyri so vítt eiheldur ein trupuleiki, hjá H71 at átaka sær hann. Ikki longur, tí vit eru nummar eitt, og vit vita, at H71 eigur at vinna á øllum. Okkara hugburður er okkara mest ótespiliga mótstøðulið--hvat vit hava vitnað nakrar ferðir.

Tó, eisini vísir tað seg, at tá á stendur, tá dreingir skulu transformerast til menn, lomb til geitarbukkar, tá eru vit har.


Kyndils-dysturin í morgin kemur at vísa nakað av hesum, vóna vit, tí góð fyrireiking til finaludagar er at koma í hesar dagar í góðum stima. Einhvør taktisk finurligheit skal helst avprøvast, men annars er tað um at vera so væl fyri á degnum, at til ber at loysa av í álvara, tá álvarin er á okkum.


Og tá, in essence, kann tað gera tað sama, hvønn vit hitta, tí vit eru H71.


Framtíðin er svørt, so kolasvørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com