sunnudagur, 3. apríl 2016

Kyndil hongur í vónini


Kyndil - H71: 29-27 (14-16)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Dysturin í dag vísti eisini, hvussu úrslitini í hondbólti blíva.

Næstseinasta umfar í FTZ-deildini varð spælt í dag. Kyndil tók ímóti H71 í Høllini á Hálsi. Fyri H71 hevði dysturin sum so onki at siga, meðan Kyndil útlitaliga enn hongur í einum klønum tráði í vónini at fáa seinna finaluplássið. Dysturin endaði við sigri til heimaliðið, og tí ber teoretiskt enn til hjá Kyndli at náa einum finaluplássi. Úrslitini skulu tó laga seg, heilt ósannlíkt, teimum til fyrimunar. Við hesum í huga bar til hjá Kyndli at vinna í dag. Úrslitið bleiv 29-27.

 

Í stuttum kann sigast um dystargongdina at H71 var frammanfyri tað mesta av dystinum. Tað var bara ímóti dystarenda, at Kyndil kom framum. Fyri Kyndil júst eftir bókini. Aftanfyri allan dystin og kortini at vinna við tveimum málum. Soleiðis sum dysturin leið, var tað eisini heilt í lagi. Ein javnleikur hevði kanska verið eitt meira hóskandi.

 

Kyndil hevði eina vánaliga byrjan, og útlitini fyri einum hampiligum dysti vóru ikki góð. Tíbetur mannaðu teir seg upp og fingu so spakuliga rættað liðið til, soleiðis at tað riggaði betur hjá teimum. Tað er ikki at taka munnin ov fullan við at siga, at serliga ein maður gjørdi mun. Tað var málverjin hjá Kyndli, Tórður Guttesen. Hann kom, sá og sigraði. Haldi at hann tók umleið 80 % av øllum, eftir at hann var komin inn. Onki annað enn fantastiskt málmanspæl!

 

Hetta lýsir eisini, hvussu stóran týdning málmaðurin hevur fyri úrslitið. Tað ber til at seta mansverju á góðar útileikar, men hetta ber sjálvsagt ikki til, tá talan er um málmannin. Tað gerst onki annað enn at skjóta betur.

 

Hjá H71 var dysturin eitt satt eksperiment. Skaðalistin var rættiliga langur. Av teimum, sum vanliga mugu metast at vera bulurin í liðinum, sótu Mark, Helgi, Tróndur og Hans Kári uttanfyri, meðan Jónas var á vølli, men skaddur. Hetta gav møguleika hjá øðrum monnum og inni byrjaðu Oddur, sum spælskipari og Hilmar Leon á vinstra vongi. Seinni kom Andor inn á vinstra vong/bakk. Tað mesta av dystinum gekk hetta sum eftir ánni. Tað var ikki fyrr enn Kyndil skifti málmann, at dysturin broyttist til fyrimunar fyri Kyndil.

 

H71 hevur eksperimenterað við einum eykamanni í álopi nú í fleiri dystir á rað. Ein roynd, sum hevur víst seg at rigga heilt væl, og royndin helt fram í dag. Hetta er rættiliga áhugavert, tí hetta kann verða við til at neutralisera fyrimunin mansverjur, og í staðin venda tað til egnan fyrimun. Nakað sum ein boomerang.

 

Vandin við hesum slagi av álopi er sjálvsagt, at málið stendur óvart, um illa vil til. Hyggja vit statistiskt eftir hvussu tað gekk í dag, so kunnu vit siga at tvær ferðir eydnaðist Kyndli at fáa mál, tá ongin var í málinum, men hinvegin kastaðu teir eisini bóltin minst tvær ferðir fram uttan eydnu og mistu harvið álopið. Alt í alt – meiri væleydnað enn miseydnað.

 

Dysturin í dag vísti eisini, hvussu úrslitini í hondbólti blíva. Eru tað tvey áleið jøvn lið, so vil ein lítil fyrimunur vísa seg í longdini, tí tað eru so nógv álop báðar vegir. Hetta var eisini tað, sum hendi í dag. Eftir steðgin rættaði Kyndil liðið, soleiðis at teirra fyrimunur spakuliga át leiðsluna hjá H71, tí H71 ikki megnaði at gera nakað við góða málmanspælið hjá Kyndli.

 

Um vit skulu taka nakran framum í dag, so vísti Rúni seg reiðiliga ágangandi í fyrru hálvu av dystinum, meðan Finnur Hansson, hjá Kyndli, rættiliga hevði funnið gamla stílin aftur í dag. Og so ikki at gloyma Kyndlamálmannin.

 

Kyndil hevur nú 27 stig, og kunnu enn, um alt lagar seg heilt ósannlíkt væl fyri teir, koma í finaluna. VÍF stendur enn við bestu kortunum, og hondbólturin skal vísa seg frá síni bestu síðu, um hetta ikki verður soleiðis tá øll 24 umførini í FTZ-kappingini fyri 2016 eru spæld.

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com