mikudagur, 6. apríl 2016

Alt kann henda... nei, faktiskt ikki


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tað verður VÍF, sum skal royna at vinna á H71 til tess at varðveita FM-pokalin.

Tað var eitt sindur opið inntil KÍF spældi sær av við møgulekanum á Skála síðsta 
mikudag.
Tað verður VÍF, tí fyri at tað ikki skulu verða teir, tá er neyðugt hjá kollfirðingum at vinna á teimum næsta mikukvøld. Tað letur seg sjálvandi gera, tí kollfirðingar hava enn hatta í sær at gera seg galdandi á degnum--serstakliga ímóti vestmenningum.

 

Og hevði tað so bara verið tað. Vinna kollfirðingar handa dystin, so eru VÍF og KÍF ájavnir í stigum, men av tí at innanhýsis trumfar málmun, sum er øgiliga javnur, og KÍF hevði helst lopið framum við sigri, so er ein sigur næsta mikukvøld ikki nokk.
KÍF skal dúva uppá Neistan; at Neistin megnar at taka stig frá VÍF samtíðis sum KÍF tekur stig frá H71. Altso, KÍF skal á síðsta leikdegi betra stigini hjá VÍF, ella mangul upp á somu, um VÍF tapir fyri Neistanum.

 

Óansæð hvat skal KÍF vinna á VÍF og síðani fáa, í minsta lagi, javnleik og eitt stig ímóti hoyvíkingum. Ja, og so krossa allar krossbærar kropspartar fyri, at Neistin í síni metafysiskari gleði nápar stig frá VÍF.

 

Kyndil hevur ein ástøðiligan kjans. Fyri timburmenn merkir hetta matematiskan. Ein á pappírinum kjans. Teir skulu hava kollfirðingar taka stig frá vestmenningum næsta mikukvøld, síðani sjálvir vinna á Team Klaksvík, síðani vóna, at H71 vinnur á KÍF, javnleikur er væl eisini nøktandi smb málmuni, tí liðini eru so gott sum jøvn annars, og... loksins vóna, at Neistin tekur stig ella stigini frá vestmenningum í Vestmanna.

 

Á denn permutatión!

 

Men hetta, at annaðhvørt vindorkan ella kelduorkan taka fusin á teim mørbankaðu, teim blá-gulu, tað er so sirka eins sannlíkt sum at Bogi HAnsen, ein havstreymsgranskari, ikki klimatologur, keypir sær ein Ferrari og chillar um heimsstøðuna og hvussu vit øll fara at kolast upp í hita, gera vit ikki sum hann og brúka bussin--ella, bíða nú...

 

Óansæð, har er so ein grund at halda vit okkara forstaðs-kollegaum, tí teir høvdu eitt Atlantic-Airways telt, ein av hesum hvítu, øltelt manna millum, ella hoyvíkingar millum, um ikki annað, ið vil nakað.
Sera huganligt og festligt hjá teimum, tá kollfirðingar ein leygardag, avgerandi dagur, tí fyrri dysturin, tann í Vestmanna, endaði við javnleiki, diskaðu upp við stórum øltelti beint framman fyri inngongdina, einumegin drekka og eta, hinumegin, ja, okkurt annað (!).

 

Hetta skapti ein heilt serliga atmosferu, sum vestmenningar royndu at eftirapa við at  seta eitt telt upp á stødd við tað, døtrarnar hjá mær ætla at flotta sær við úti í havanum, vatnmelón og shit. Taka vit barrina, barrdiskin, so var hesin ein breiður og hann var langur, ein fermetur. Nei svass.

Men eftir stendur, at hatta slagið, tað stórfeita teltslagið, eisini tað vunnu kollfirðingar.

Vit gleða okkum til finaluna, men tað er at koma í góðari tíð, um tað verður í Vestmanna.


Framtíðin er svørt, so kolasvørt!  



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com