týsdagur, 12. apríl 2016

Støðið er bæði høgt og lágt


Soleiðis skrivar Dia Midjord í leikfaldaranum hesaferð.

Seinasti FTZ-dysturin hjá okkara besta mansliði hetta kappingarárið áðrenn finalurnar verður nú leygardagin í Hoyvíkshøllini.

Í hesum sambandinum er enn ein leikfaldari gjørdur.

 

Í oddagreinini hesaferð kanst tú lesa um, hvat samband er millum konfirmasjón og hondbólt.

 

Tveir elektriskir stólar eru.

Í tí eina er Niklas H, sum millum annað heldur, at Hørður er tann, sum hevur nógv tann ringasta tónleikasmakkin.

Í hinum stólinum er Eindri Frýdal, sum avdúkar, at hann kundi hugsað sær at sloppið at "deyta" eina ávísa Fíu.

Skemtiligir fýrar, hesir báðir. Les restina av spurningum og svarunum í faldaranum.

 

Dia Midjord hevur stak áhugaverda grein, og tað er hagani, yvirskriftin her oman fyri er.

Dia umrøður og kritiserar venjingina av umgdómi. Summir leikarar eru væl fyri í útgagsstøðinum. Men tað manglar ofta at taka hond um restina av leikarunum, so at teir kunna verða eins góðir.

Tað eru ikki bara venjarar, sum fór orð við á vegnum, tað fáa foreldur og feløg eisini.

 

Hetta og annað ber til at lesa í faldaranum, ið sum vant verður borðin í allar postkassar í Hoyvík í hesari vikuni.

Tað ber eisini til at lesa faldaran her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com