12. apríl 2016

1. deild menn føroyameistarar


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Jonhard Klettheyggj

Leygardagin eftir síðsta umfar í FTZ-landskappingini er dystur á skránni.

Tá er tað, eins og vanligt, okkara næstbesta lið, sum fyri eg-veit-ikki-hvussu-oftani-ferðirnar ferð fær gullmedalju um háls eftir sín dyst.

 

Næstbesta liðið er mannað við ungdómsleikarum, leikarum frá d18 og onkuntíð eisini d16, teir, sum hava vaktrarlagið til tess. Men eisini teim leikarum, sum kanska eru á periferiini í FTZ-hópinum hjá felagnum; sum ikki fáa nøktandi spælitíð á ovastu rók heilt enn.

 

Liðið er heilt suverent, ikki bara í ár, men nú í eitt árarað. Hetta sæst millum annað aftur í tí faktum, at næstbesta liðið hjá øllum feløgum hevur pláss í bólkaumfarinum í steypakappingini, Coca Cola steypakappingin at navni.

 

Í ár, taka vit landskappingina, hevur H71 33 av 38 møguligum stigum. Vinna vit leyardagin, so hava vit fingið 35 av 40 møguligum stigum við málmuni á 110 áðrenn henda síðsta dyst.

 

Hetta er helst ein kapping ikki so nógv geva sær far um, men kappingin hevur sítt virði, eitt menningarvirði tóað eingin spenningur sum er, eingin upp- og niðurflyting sum í gomlum døgum, tá vit eisini høvdu kava, erligar politikarar og óbeinar bananir.

 

Vit ynskja okkara dreingjum og veteranum hjartaliga tillukku við FM-heitinum!


Framtíðin er svørt, so kolasvørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo