mikudagur, 20. apríl 2016

Stúrið ikki, Maskinan er við tykkum!


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Men ætlar tú ikki at vinna, tá fer onkur annar at gera tað.

Bardagin, tit, er ikki bert um at vera sterkur; bardagin er um at vera alvakin, hvassur og djarvur. So er. Og her er einki val. At taka seg aftur er ikki ein møguleiki. Nú er ov seint at geva seg undan.


Afturtøka er ikki ein møguleiki uttan í undirgivni og trælkan. Vit eru í leinkjum, men uppreist, og tess skakandi skramblan hoyrist allan vegin til Vestmanna.


Bardagin, nei, fuck tað, kríggið!, kríggið er óumberligt. Áh, lat tað koma, lat tað. Eg endurtaki, lat tað koma!


Tá alt kemur til alt, er dysturin í kvøld um nakað væl meiri enn eitt føroyameistaraheiti, um metall av besta slagnum.


Tit skulu vita, at tit spæla ikki bara fyri tykkum, tykkara liði og liðfeløgum, tykkara systir og beiggja, foreldrum ella Felagnum.


Nei, tit spæla fyri øllum teimum, ið nakrantíð hava trúð upp á tykkum. Tit spæla fyri Hoyvíkina.


Hoyvíkin roknar við, hon krevur!, at tit fara at stríðast, inntil tit ikki megna at stríðast meira. Og tá er tað, at tit blíva við at stríðast. Tit fara kanska at liggja niðri eina løtu... men tit fara at reisa tykkum, og tit fara at stríðast uppaftur meira.


Hygg her, lívið, eins og hondbóltur, er ein spurningur um smálutir. Og hesir gera av, hvørt tit enda sum vinnarir ella taparir, ein darlandi 2ari.


Um tit ætla at skaffa Hoyvíkini æru og heiður, mugu tit stríðast fyri hvørjum smáluti, hvørjum lúsa sentimeturi. Takið einki fyri givið, men haldið á at stríðast!


Hetta handlar ikki um hitt liðið. Tað kann gera tað sama, hvussu mørbankaðir teir á hinum liðnum eru... um blátt bukar gult, ella øvut. Tað handlar ikki um at leggja líkinda stríðsætlan ímóti mørbankaðum leigusoldátum. Hugsið ikki um—vælsignaðir, hugsið ikki um!


Nei, hyggið í hatta vesi-speglið í Høllini, hyggið at tí, áðrenn tit nakkhyrntir um nakrar tímar fara heimanífrá, hyggið og spyrjið tykkum sjálvar, hvat tit høvdu gjørt, høvdu tit vitað, at hetta var síðsti dagur her á fold. Hvat tá?


Hvat eru tit úr? Eru tit eins og hasi, ið trúgva uppá tykkum? Íðan, tá stríðast tit fyri heimstaðnum, fyri H71 og Hoyvík... um tað so ger, at ondin blakast í tykkum og aldri koma á føtur aftur.


So gerið tað, ið skal til, tit, soleiðis at dagurin í dag og vikuskiftið verður besta tíð í tykkara lívi!


Vit eru H71, vit eru øll H71, og vit hava álit á tær... og tað er tað, tú skalt vita.

 
Hoyvíkin er við tykkum, so Koyrið á Maskinuna!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com