mánadagur, 11. juli 2016
Hósdagin byrjaði ferðin hjá Team Rynkeby Føroyar til París. Við í ferðaliðnum er Bergtóra Høgnadóttir, nevdnarlimur í H71.
Hósdagin byrjaði ferðin hjá Team Rynkeby Føroyar til París. Hon er á súkklu. Tað er eisini í hesum døgum, at heimskenda Tour de France er; ein eitt sindur øðrvísi avbjóðing, men fantastisk fyri tað.
Við í ferðaliðnum er Bergtóra Høgnadóttir, nevdnarlimur í H71.
Hon sigur soleiðis um íkki sørt avbjóðandi upplivingina, sum hon miðvíst hevur fyrireikað seg til í nærum eitt ár--nakað, restin av nevndini ikki heilt hevur sloppið undan at bitið merki í, tá hon næstan ov seint kemur blóðsprongd og sveittastappað á nevndarfund.
Onkuntíð hevur Bergtóra tó prioriterað eitt brúsibað, og er hon tá, eins og vanligt, fullstendiga, ja, "FRESH", sum hon helst sjálv hevði orðað tað.
Soleiðis skrivaði Bergtóra, áðrenn hon fór avstað:
"Hósdagin byrjar ferð okkara til París...á súkklu, til frama fyri børn við krabba og avvarðandi teirra.
Hetta er fyrsta ferð mín og helminginum av Team Rynkeby...hóast eg eri spent, er hetta eisini bæði óveruligt og eitt risafet út úr comfortzonuni! Gleði meg at njóta ferðina saman við nógvum praktfullum fólkum....hóast summarfuglarnir eisini kappflúgva í búki mínum."
Hetta er 15. túrur hjá Team Rynkeby, og fylgið skuldi helst verið í franska høvuðsstaðnum 16. juli, har tað verður diskað upp við tí heilt stóru endaveitsluni, har avvarðandi taka ímóti. Meiri spesifikt er tað við Prairie du Cercle Sud´, landnyrðingspartinum av París, at móttøkan verður.
Endamálið við árligu Rynkeby-ferðunum er at savna pening inn ímóti einum felags fígginda, krabbamein at navni. Í fjør savnaði súkkluliðið inn knappar 50 miljónir krónur, sum er heilt gott. Peningurin fer óskerdur til barnakrabbafelagsskapir í luttakandi londunum.
Við at trýsta á niðanfyristandandi leinkju ber til at fylgja ferðini hjá TR Føroyum, hvørs kilometur um tíman ferð hósdagin 7. juli kl. 16:47:29 var 34 km/t, hvat ikki er so galið fyri eitt herlið av amatørum.
http://www.team-rynkeby.fo/teams-1/tr-foeroyar/twitter.aspx
H71 ynskir Team Rynkeby alla eydnu á leiðini til París. Gott, tað ikki eri eg:)
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |