sunnudagur, 4. september 2016
Myndir: HSF og Anna Dam
Stórsteypadystur varð spældur í kvøld. Hetta er eginliga ein skikkaður venjingardystur, men fyri tað eitt gott høvi at leggja til brots og vísa, at H71 aftur í ár er eitt gullsøkjandi lið.
Við fimtan málum sóu teir báðir bakkirnir fyri meiri enn helvtina av málunum. Vit vunnu 24 - 19 eftir hálvleiksleiðsluna 10 -9.
Stórsteypadystur er dystur millum føroyameistaran og steypavinnaran, sum so merkti, at vit sum steypavinnari møttu VÍF, føroyameistari. Hetta er vorðið afturvendandi tiltak, sum HSF og Lions so hvørt hava yvirtikið.
Annars er at siga um dystin, at talan ikki var um nakran gevaldigan kontinuitet; til tað vóru villurnar ov nógvar. Men gott spæl til tíðir og væl áleiðis við tí í mentu, at tekniska venjingin og spælið sum so ikki hevur so nógva tíð á baki.
Onkur umtalar dystin sum hevnd fyri FM-tapið. Vrøvl. Hetta er eingin hevnd, tí at sammeta stórsteypadystin við føroyameistaraskapið, ja, tað er sum at samanbera kombikk og laks. Men gott við steypi og gott við sigri. Altíð.
Tilllukku til tykkum , leikarir og hjálparfólk, og ivaleyst serliga gott hjá Sonna at fáa fyrsta sigurin heim. Fyrsta av eini ørgrynnu.
Málskjúttarnir úr dystinum í høllini á Hálsi vóru hesir: H71: Peter Krogh 8, Hilmar Leon Jacobsen 7, Jónas Djurhuus 3, Rúni Vest Højgaard 2, Sigmund Nolsø 1, Tróndur Arge 1, Bogi Gaard Davidsen 1 og Andor Sivertsen 1.
Koyr á Hoyvík!!!!!!!!!!!
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |