mikudagur, 7. september 2016
Í komandi viku byrjar hondbólturin aftur.
Tann leygardagin verður fyrsti dysturin í fremstu mansdeildini, FTZ-deildini, tá KÍF fær StÍF á vitjan.
Og sunnudagin 18. september er dagurin, tá vit kunna fara í Hoyvíkshøllina til fyrsta dystin hjá okkara besta mansliði. Tá koma klaksvíkingar á vitjan.
Nakrir leikarar frá seinasta ári eru ikki við longur, nakrir ungir eru komnir á liðið í staðin. Og so er tað onkur, sum byrjaður aftur.
Tað verður áhugavert at síggja, hvussu nýggi venjarin og liðið í ár fara at roynast.
Vit hava eitt kvinnulið við aftur í ár, og aftur hesa ferð skula tær kappast í 1. deild.
Seinasta kappingarár endaðu tær á einum flottum triðja pláss (soleiðis muga vit siga, tá vit hava eittaran og tveyaran í huga), og tað verður ikki minni spennandi at fylgja við kvinnuliðinum hjá okkum í ár.
Nær kvinnurnar (og øll hini liðini) byrja er í skrivandi løtu ikki komið út frá Hondbóltssambandinum enn.
Kappingaryvirlitið hjá HSF kanst tú síggja her á Úrslitatænastuni. Yvirlitið verður dagført komandi dagarnar.
Vit síggjast vónandi til dystir í teimum ymisku hallunum komandi mánaðirnar 😊
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |