mánadagur, 12. september 2016
Herfyri var venjarafundur í H71.
Um børn og ung skulu hava hug at venja ítrott, so er umráðandi, at tey uppliva, at venjingarnar eru góðar, mennandi og geva meining. Vit sum foeldur kunnu gera ein hóp fyri at halda børnunum til og eggja teimum – men góðir venjarar hava alstóran týdning eisini.
Vit kenna okkum heppin og rík í H71 at hava so nógvar dugnaligar, nærlagdar og óførar venjarar! Flestu teirra eru venjarar, sum sjálvir íðka í felagnum – umframt at nógv dugnalig og ófør foreldur
eisini halda seg til. Vit síggja eisini, at talið á ungum gentum og kvinnum, sum eru venjarar í felagnum, økist, og tað er sanniliga eisini at fegnast um.
Herfyri høvdu vit ein venjarafund í felagnum. Felagið bjóðaði ein lítlan nátturðabita, og síðani hevði nýggi venjari okkara, Sonni Larsen, framløguna "Góði venjarin og góða venjingin". Hann tosaði um, hvat er umráðandi at hava í huga, tá ein er venjari hjá teimum ymsu aldursbólkunum. Sonni hevði eisini lagt smærri uppgávur inn í framløguna – so nakað av prátið og kjakið var eisini.
Niðurstøðan varð, at hetta skal vera ein afturvendandi táttur, har venjarar hava sítt egna forum saman við pørtum av nevndini, har vit hittast javnan. Í stóran mun fáa venjarar sjálvir fáa ávirkan á, hvørji evni verða viðgjørd á fundunum. Longu hetta fyrsta kvøldið komu fleiri uppskot.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |