leygardagur, 17. september 2016

Samanumtøka tilmeldingarkvøld


Skrivað hevur: Bergtóra Høgnadóttir

Í fyrrakvøldið var tilmeldingarkvøld/foreldrafundur hjá H71 í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Nýggja forkvinnan, Anna Dam, segði nøkur skilagóð orð um, hvussu talið á børnum og ungum, sum spæla við H71, er fleirifaldað seinastu tíggju árini. Áður vóru 100 børn sum spældu við H71 – og nú nærkast talið 400.

 

Hetta er alt hent, meðan Sunneva Jakobsen hevur verið forkvinna og Gunn Ellefsen næstforkvinna.

 

Eisini tosaði Anna Dam um, at H71 eisini er við til at skapa trivna og samanhald í Hoyvík. Vónin er, at trivnaður, samanhald og at lyfta í felag eisini fer at eyðkenna framtíð felagsins.

Á fundinum varð komið stutt inn á, at H71 luttekur í Partille Cup aftur komandi summar – hetta verður frá 3. – 8. juli. Nógv meiri kunning um hetta verður á einum foreldrafundi um Partille Cup burturav um mánaðarskftið oktober/november.

 

Eisini vóru stundir til, at venjarahópurin heilsaði upp á foreldrini og saman høvdu ein stuttan foreldrafund inni á skúlastovunum. Mark og nýggi høvuðsvenjari okkara, Sonni Larsen, høvdu eisini sera áhugaverdar framløgur um liðuppbýti og foreldraleilklutin.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com