leygardagur, 17. september 2016

Venjarahópur felagsins og liðuppbýtið


Skrivað hevur: Bergtóra Høgnadóttir

Komandi kappingarár eru heili 60 venjarar knýttir at hópi felagsins. Ja, tað-veit-denninar eg fekk mest sum klump í hálsin, tá allir venjararnir í fyrrakvøldið heilsaðu upp á foreldrafundi/tilmeldingarkvøldi felagsins. Lagamanni eru smá 400 íðkandi børn í felagnum, og tískil er neyðugt at hava hópin av góðum og dugnaligum venjarum. (Á heimasíðuni sæst eisini venjarayvirlitið)

 

Í ár eru sum nevnt 60 venjarar farnir undir hesa uppgávu. Høvuðsvenjarar, hjálparvenjarar, fysiskir venjarir....ikki smávegis! Og vit fegnast um øll hesu fúsu fólk, sum komandi árið geva børnum okkara góðar og mennandi venjingar.

 

Eitt, sum eyðkennir venjarahópin í ár í mun til undanfarin ár, er, at vit hava fingið fleiri ungar gentur og kvinnur í venjarahópin – og TAÐ er ikki at kimsa at. Hugaligt er at hava ein so fjølbroyttan venjarahóp sum gjørligt, so kenslan er góð.


Mark – sum vit nú hava gleðina av triðja árið á rað í felagnum - tosaði um liðuppbýtið. Hann hevði spurt nakrar leikarar, hvat var umráðandi, tá ein spældi hondbólt. Flestu teirra søgdu við ein munn: Tað skal vera stuttligt! Onnur søgdu, at tað góða var at vera saman við vinum og at blíva betri. Nøkur hildu tað vera mest umráðandi at vera á besta liðnum.

 

Mark gjørdi NÓGV burturúr, hvussu umráðandi tað er, at foreldrini bæði stuðla og eggja børnum sínum – tað sama um tey eru á A, B, C ella D liðnum. Hann hevði viðhvørt upplivað, at sera nógv kveikt foreldur vóru við A-liðnum til dyst, meðan foreldrini sum vóru við, tá D-lið spældu dyst, kundu teljast á einari hond. Felagsuppgávuna at geva børnunum stuttligar og góðar upplivingar eiga vit øll, tað sama hvørjum liði barni leikar við.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com