mánadagur, 17. juni 2013

Tvey ár, tvær FM-finalur, ein sigur, ein ósigur, men bestu fjepparafjøld


Skrivað hevur: Agga Niclasen

H71 vann gull í bestudeild hjá monnunum í fjør, silvur í ár. Báðar finalurnar vóru í móti kollfirðingum.

Men sjálvt um vit taptu í finaluni, hesuferð!, tá vunnu vit bæði árini gull uttanfyri vøllin. Ikki bara vetið betri, eins og í 2012, men nú dekan væl betri.

Við allari virðing mótvegis 188, so tykist hetta nokkso løgið at skriva. Tí ikki aleina hava kollfirðingar orð fyri at vera sera hugagóðir og rópiraskir, tó kanska ikki so hittinorðaðir, men hoyvíkingar hava so ikki verið eyðkenniligir sum svakligir rópingarmenn, men meiri sum borgarliga-klappandi HBarir: eitt hampamanna ýl her... long pausa... eitt klapp har og øl aftaná.

Hvussu er og ikki, tá kláraði okkara togdi og skaðaplágaði hópur ikki at halda stiman koyrandi á odda 9-3, men vit bukaðu KÍF-skaran í Kollafirði uttanfyri vøllin. Tað er jú ikki nøktandi bara at vera best á vøllinum, men eisini uttanfyri vøllin, bæði so og so.

Tí var tað, serliga til næsta FM-finaludystin í ár í Kollafirði, so ótrúliga stuttligt at koma inn í dystin. Saman við avkominum, trý útav fýra (ella kanska var tað bara nr. 1 og 2... nevermind!), kom eg til høllina rímiliga tíðliga, sirka ein góðan tíma áðrenn kast-off.

Gásahold. Gásahold. Aftur gásahold. Tað var sum at koma inn í Westfalenstadion, heimavøllur Dortmunds. Eg eri United-fjeppari, og vit hava bestu útivalla-fjepparar, men onki slær "Yellow Wall", suðurendin í tí, sum av handilsávum eitur Signal Iduna Park í dag--hasin magiski og borandi intensiteturin, íð møtir teg. Vauv!

Men við larmandi kreativitetinum, hesir heimvendu hoyvíkingar og aðrir, eins kátir, 188arir skaptu, hava teir gul-svørtu proysarnir funnið sín líka. Vitonnur vóru í denn mun við uppá tað, men tað vóru hesir garpar, fyrrverandi viðleikarar, vinmenn og annars óblandaðir H71-fjepparir, deiliga óforskammaðir og kultiveraðir, sum teymaleyst førdu lokomotivið. Óført!

Kollfirðingar eru sympatiskt fólkaslag, og dugur er í teimum, bæði á vølli og bonki. "Bestu viðhaldsfólk", meina nøkur. BS, sigi eg bara, tí tá ið tað kemur til fjeppara-partin, seinastu tvey árini, sum svarta framtíðin er vaksin og tá ið trúliga á stendur, er H71 eisini her bara væl betri. Happa-happa stutt sagt: harðmæltari, eiðasørari og uppfinnsamari.

Aftursvarið, tá ið heimavallasitandi kollfirðingar so fittir og kaffisutlandi sóu seg kontinuerligt eyðmýktar og bukaðar á pláss av svørtum jagararópum og sangi, var at gera sær dælt av tí, sum vit í forstaðnum fingu so tíðliga sum í síðstu øld... streymi. Teir bara 'pumped up the volume'... We're Not Gonna Take It og Birthe Kjærsa Vi maler byen rød.

H71arnir, hinvegin, sungu ótarnaðir víðari hóast vit ikki hoyrdust eins væl av eins nógvum fólki--hvat ivaleyst var meiningin. Óansæð, 7-1 til okkum.

Spælarnir hava síðano tosað um tað, upp í saman aftur, hvussu feitt tað var at koma inn á vøllin, sjálva høllina. Ikki tí, teir hoyrdu tað longu og líka inni í skiftignarrúminum. Og tað var eisini við hesum rópum, hesum stuðuli, at vit høvdu og altíð fara at hava ein møguleika at koma á toppin, har tað er so forbiið kalt, men samtíðis eisinieitt so óluksáliga gott útsýni, sum Asger Aamund bleiv siteraður fyri í 90unum.

Tá ið hesir 188-skrálandi garpar ikki royndu at fáa "okkum hoyvíkingar" at reisast og hoppa við "Øll Sum Elska Hoyvík, Hoppa Nú, Hoppa Nú", trillaðu teir handa umgjørda slagaran hjá Joka, Torvatrøllið, út í høllina, men nú sum "Tit Ræðast Meg Øll, Tit Ræðast Meg Øll, Eg Eri Bert Ein Tóraldur, Ein Tóraldur".

Ella, og nú um hin málmannin, okkara egna "Ári Dam, Ári-Ári Dam, Na-na-na-na-na-na-na-na-na-na-na-na... NA-NA-NA, Ári-Ári Dam, Ári Dam, Ári-Ári Dam".

Eg hugsi, at hetta er sangur inspireraður av, sambært dønum, ALTÍÐ sambært EB-dønum, "heimskenda" poppdans-bólkinum Cut n' Move, sum hittaði við "Give it Up, Baby Give it Up" á donskum, og bara donskum diskotekum. "Føroyskir abbar onga atgongd"... sigst.

Teir høvdu altso gjørt sangir um hvønn tann einasta leikara, og tá ið lokomotivið hevði tørv á meiri brennievni, ja, tá sungu øll "Koyr á Maskinuna, Koyr á Maskinuna..."

Ókey, vit taptu hasa finaluna, men framtíðin er kolasvørt. Vit koyra bara á, vit koyra á maskinuna...

GG: Tað havði verið stutttligt, um nevndu garpar komu við einum videobroti, einum ljóðfíli og teksti hjá heimasíðuni at lagt út til hissini misbrúk.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com