hósdagur, 22. september 2016

H71 vann lættliga á StÍF


StÍF-H71: 36-23 (21-10)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Annar dysturin í ár varð spældur á Skála í kvøld, har H71 leikandi lætt ognaði sær tvey stig.

Dysturin endaði við 13 málum í yvirskoti við úrslitinum 36-23. Hálvleiksstøðan var 21-10.

 

Tey nógvu seinastu árini hevur H71 mangan havt torførar dystir á Skála, og tí var spennandi hvussu tað mundi fara at verða í ár. Kappingin er júst byrjað, og ilt er at meta um styrkir og veikleikar hjá hvørjum einstøkum liði, og ikki er vist, at úrslitið í kvøld verður umboðandi fyri, hvussu restin av kappingarárinum kemur at verða. Men hugaligt sær tað út hjá okkum, tveir dystir og tveir knúsandi sigrar.

 

Líka sum við dystinum sunnudagin, so var gongdin greið beinanveg. Í stórum pørtum av dystinum var tað soleiðis, at H71 skoraði tvær ferðir fyri hvørja ferð, StÍF skoraði, og dysturin var longu avgjørdur í fyrra hálvleiki, tí munurin bleiv so stórur. Vanliga verður tikið til, at dystir verða vunnir við góðum verjuspæli, og soleiðis var eisini í dag. Verjan riggði væl, og tað sýnist sum menn duga væl at lesa spælið og hjálpa hvørjumøðrum. Í seinna hálvleiki, tá ungu menninir sluppu at royna seg, manglaði nakað av ráðstyrki viðhvørt, men hetta bilti ikki. Í mun til fyrru dystirnar, so var meira breidd í spælinum í dag, og vengurnir fingu meira at arbeiða við. Bestu málskjúttarnir vóru Peter og Jónas við ávikavist 9 og 6 málum í part. 

 

Annars vóru aftur í dag hópin av feilum, kanska var spælið nakað skjótt til tíðir og bóltførleikin ikki heilt tann sami sum seinni í kappingini. Lukkutíð vóru minst líka nógvir feilir hjá vertunum.

 

Eftir dystin ber til at spyrja, um H71 er blivið so mikið betur og tí vunnu so greitt, ella um tað hinvegin var tað, at StÍF er viknað, ella bert høvdu ein ringan dag. Tað er ilt at siga, men tað hevur higartil gingið heilt ómakaleysa lætt at vinna hjá H71. H71 hevur nú spælt tríggjar dystir, um vit telja stórsteypadystin við, og allar tríggjar dystirnar hevur H71 vunnið stórt, so okkurt bendir á, at liðið er gott. 

 

Tveir aðrir dystir vóru eisini í FTZ-deildini í kvøld. VÍF vann á Team Klaksvík og KÍF vann úti móti Kyndli. Neistin hevur enn ikki spælt nakran dyst. Okkurt kundi bent á, at kollfirðingar helst fara at vera eitt av sterku liðunum í ár.

 

Næsti dysturin verður sunnudagin ímóti Kyndli.

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com